Fróði Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst hava nú takkað fyri seg á føroyska fótbóltslandsliðnum. Áðrenn dystin móti Rumenia fingu teir eina heilsan frá Føroya Løgmanni, FSF og Skansanum
– Fróði Benjaminsen og Christian Lamhauge Holst hava í nógv ár verið millum berandi kreftirnar á føroyska fótbóltslandsliðnum. Fróði gongur altíð fremst og stríðist sum fáur. Framúr bóltførleikin og spæliforstáilsið hjá Holst hevur gjørt hann til ein lyklaleikara á føroyska landsliðnum. Nú báðir hava valt at steðga, vil eg bera ein hjartans tøkk fyri teirra tíð og stríð á landsliðnum. Tað er hugaligt, at ein kókandi Tórsvøllur og ídnu Skansafjepparar í gjár eisini fingu høvi at takka teimum báðum fyri árini á landsliðnum, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Tað eru gott og væl sekstan ár síðani, at Fróði Benjaminsen trein á vøllin sum føroyskur landsliðsspælari. Fyrsti dystur var 18. august í 1999, tá Føroyar og Ísland møttust í venjingardysti á Tórsvølli, og tríggjar vikur seinni fekk Fróði sínar fyrstu minuttir í eini undankapping, tá litavar vitjaðu í Føroyum.
Í hesum tíðarskeiði hevur Fróði Benjaminsen spælt 86 landsdystir, sum er metið á føroyska landsliðnum, og skorað 6 mál.
Christian Lamhauge Holst byrjaði sína føroyska landsliðsleið 6. september í 2003, tá Skotland og Føroyar hittust á Hampden Park í Glasgow. Seks minuttir fyri leiklok varð Holst settur á vøllin fyri Jákup á Borg. Men so gingu fýra ár, áðrenn fryntligi føroyingurin í Danmark aftur fekk landsliðsboð, og seinastu átta árini hevur Christian Lamhauge Holst verið fastur partur av føroyska A-landsliðnum.
Hesi trettan árini Holst hevur spælt á føroyska landsliðnum, gjørdist tað til 50 dystir og 4 mál.
Myndir: Hans Erik Danielsen