Stórsteypið

Stórsteypadysturin 2024 hjá kvinnum millum KÍ og NSÍ verður á Tórsvølli sunnudagin 24. mars klokkan 16:00.

———

Stórsteypadystirnir, sum er millum føroyameistararnar og steypavinnararnar undanfarna kappingarár, er fyrsti almenni dysturin á árinum.

Tað eru Fótbóltssamband Føroya og Lions Club Føroyar, sum í felag skipað fyri dystinum.

Givnar ávaringar (gul kort) í stórsteypadystinum fella burtur eftir at dysturin er leiktur, meðan reyð kort, sum eru givin beinleiðis í stórsteypadysti, eru galdandi í fyrstkomandi dysti í lands- ella steypakappingini.

Øll inntøkan frá stórsteypadystunum verður latin til okkurt vælgerandi endamál.

Stórsteypadystir, menn
2007: B36 – HB 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)
2008: NSÍ – EB/Streymur 4-0
2009: EB/Streymur – HB 1-3
2010: HB – Víkingur 2-1
2011: HB – EB/Streymur 0-2
2012: B36 – EB/Streymur 1-2
2013: EB/Streymur – Víkingur 1-0
2014: HB – Víkingur 1-2
2015: B36 – Víkingur 3-3 (3-5 eftir brotsspørk)
2016: B36 – Víkingur 0-1
2017: Víkingur – KÍ 2-1
2018: Víkingur – NSÍ 1-1 (3-2 eftir brotsspørk)
2019: HB – B36 1-0
2020: KÍ – HB 1-1 (5-4 eftir brotsspørk)
2021: HB – NSÍ 3-1
2022: KÍ – B36 3-1
2023: KÍ – Víkingur 6-5 (eftir brotsspørk)
2024: KÍ – HB 2-3

Stórsteypadystir, kvinnur
2019: EBS/Skála – HB 1-7
2021: KÍ – NSÍ 4-1
2022: KÍ – NSÍ 0-0 (2-4 eftir brotsspørk)
2023: KÍ – NSÍ 2-0
2024: KÍ – NSÍ (24. mars kl. 16:00)

Samanlagt, menn
5 – Víkingur
5 – HB
3 – EB/Streymur
3 – KÍ
1 – B36
1 – NSÍ

Samanlagt, kvinnur
2 – KÍ
1 – HB
1 – NSÍ

———

Dagført 9. mars 2024

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.