Starvsnevndin hjá FSF hevur gjørt av at veita stuðul úr sonevnda HatTrick-grunninum til nýtt graslíki í Fuglafirði, og ger av nýggjnum vølli í Hoyvík
Á seinasta starvsnevndarfundi í Fótbóltssambandi Føroya, sum varð hildin mánadagin 17. mars, bleiv samtykt at veita stuðul til nýtt graslíki í Fuglafirði, og at veita stuðul til nýggjan fótbóltsvøll í Hoyvík.
Fuglafjarðar Kommuna og ÍF høvdu søkt um stuðul á 600.000 krónur til at skifta graslíkið á vøllinum í Fløtugerði í Fuglafirði, og hetta samtykti starvsnevndin at játta.
Somuleiðis hevur Tórshavnar Kommuna, saman við Giza/Hoyvík, søkt um stuðul til at gera nýggjan vøll í Hoyvík. Starvsnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya samtykti at játta 600.000 krónur til nýggjan vøll, og harafturat at játtta 300.000 krónur til jørð- og betongarbeiði.
Í báðum førum er samtykt, at játtaði stuðulin er galdandi til 31. desembur 2015.