Sigtór Petersen, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í apríl mánað skal til UEFA menningarkapping í Bosnia-Hersigovina
——————
Tríggir landsdystir eru á skránni, tá U16-landsliðið við gentum í døgum 3. til 11. apríl fer til Bosnia-Hersigovina, har UEFA menningarkapping er á skránni.
Sigtór Petersen er venjari hjá føroysku gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin til kappingina í Bosnia-Hersigovina.
Og talan verður um sterka mótstøðu, tí umframt Føroyar og vertslandið, vera Slovenia og Norðurmakedónia eisini við í kappingini.
Hópurin
 Súsanna Laksáfoss Godtfred, B36
 Natalia Dansdóttir Olsen, EB/Streymur
 Brá Zachariasardóttir, FC Hoyvík
 Estrid Krossteig Mørkere, FC Hoyvík
 Anna Stórá Carlsen, HB
 Borghild Debes Dánjalsdóttir, HB
 Katrin Hansen, HB
 Mira Bendix Laursen, HB
 Fríða Magnusardóttir Jakobsen, HB
 Helena Dahl Magnusardóttir, HB
 Ró Reginsdóttir, HB
 Vár Johannesen, KÍ
 Elspa Maria Zachariassen, KÍ
 Helga Mikkelsen, NSÍ
 Ingrið Berg Rasmussen, Skála
 Jakobina Bergsdóttir, Skála
 Katarina Berg Mikkelsen, Skála
 Silja Maria Smedemark, TB
 Hildigunn Steinhólm, Víkingur
 Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
 Fríða Magnussen, Víkingur
Skráin
 5. apríl Slovenia – Føroyar
 7. apríl Bosnia-Hersigovina – Føroyar
 10. apríl Føroyar – Norðurmakedónia




