Fult umfar í 2. deild hjá monnum varð spælt um vikuskiftið, og úrslitini háttaðu seg soleiðis, at Giza/Hoyvík og AB eru fremst nú kappingin fer í summarsteðg

Við hvør sínum 4-0 sigri á ávikavist Skála og FC Suðuroy, halda Giza/Hoyvík og AB fast um fremstu plássini í 2. deild hjá monnum. Fult umfar í triðbestu deildini hjá monnum varð spælt um vikuskiftið.

Fyrsti dystur í 10. umfari í 2. deild hjá monnum varð spældur fríggjakvøldið, tá Skála og Giza/Hoyvík spældu stevnudyst á Fjarðastevnu á Skála. Og við einum sannførandi 4-0 sigri til gestirnar, heldur felagsliðið úr høvuðsstaðnum summarsteðg á fremsta plássið við 24 stigum, og málmuninum +22.
Málini hjá Giza/Hoyvík gjørdu Sunnleif Midjord, Leivur Simonsen, Eirikur Jacobsen og Mikkjal Helmsdal.

Argjamenn gjørdu eisini sína skyldu sum oddalið, og vunnu á heimavølli  4-0 ímóti FC Suðuroy.
Málskjúttar hjá AB vóru Gert Drangastein, Nikolaj Eriksen, Hørður Mohr og Karstin Højgaard.
AB hevur eins og Giza/Hoyvík eisini 24 stig eftir fyrstu 10 dystirnar, og málmunin +15.

Úrslitini í 10. umfari:
Skála – Giza/Hoyvík 0-4
KÍ – B68 0-3
ÍF – Undrið FF 5-1
MB – NSÍ 3-3
AB – FC Suðuroy 4-0

11. umfar verður spælt 10. august.

Støðan 2. deild menn