Reglugerð um revsiváttan

§ 1. Limafeløg hjá FSF hava skyldu til at fáa til vega revsiváttan frá Føroya Landfúta, áðrenn tey seta fólk í starv, leingja eina starvssetan ella nýta fólk, sum skulu virka sum venjarar, liðleiðarar, hjálparfólk ella avloysarar hjá børnum undir 15 ár.

Stk. 2. Revsiváttanin sambært stk. 1, skal innihalda upplýsing um viðkomandi persónur er dømdur fyri brot á kapittul 24 í revsilógini um kynslig brotsverk, og skal felagið hava revsiváttanina í sínari varðveitslu so leingi sum viðkomandi persónur er í starvi ella hevur tilknýti til felagið.

Stk. 3. Limafeløgini hava skyldu til at útflýggja revsiváttanirnar til FSF eftir umbøn, soleiðis at FSF kann eftirkanna hesar.

———

§ 2. Um revsiváttanin inniheldur upplýsing um, at viðkomandi persónur er dømdur fyri brot á kapittul 24 í revsilógini, so hevur felagið skyldu til at tryggja, at viðkomandi persónur ikki verður settur í starv hjá felagnum ella á annan hátt er knýttur at felagnum.

———

§ 3. Felagið skal á hvørjum ári í seinasta lagi 1. februar, lata inn váttan til FSF, har váttað verður, at felagið hevur fingið til vega revsiváttanir viðvíkjandi øllum teimum nevndu persónunum sambært § 1, stk. 1.

Stk. 2. Váttanarskjalið sambært stk. 1 er tøkt á heimasíðu FSF´s og kann takast niður undir: “FSF” > “Oyðubløð”.

Váttanin skal undirskrivast av formanninum og kassameistaranum í felagnum.

———

Brot og revsing
§ 4. Brot á § 1 – 3 verða revsað av Aganevndini sambært agareglugerð FSF´s.

———

Gildiskoma
§ 5. Hendan reglugerðin er samtykt av Starvsnevnd FSF´s, og kemur í gildi dags dato.

———

Tórshavn, 23.09.2019
Vegna Starvsnevnd FSF’s

Virgar Hvidbro, aðalskrivari, sign.