Kæruúrskurðir 2025

3. oktobur 2025 – Kæra 7/2025

Skála nýtti ólógligan leikara

2. deild menn Aga- og etiskanevndin staðfestir, at Rói Dahl Olsen var at rokna sum ólógligur leikari fyri Skála ÍF til dystin móti TB tann 20. september 2025
Les meira… (PDF)

———

3. oktobur 2025 – Kæra 6/2025

ÍF viðurkennir brotið og harmast mistakið

2. deild menn Aga- og etiskanevndin staðfestir, at Jóan Petur Samson Jónsson var at rokna sum ólógligur leikari fyri ÍF til dystin móti B68 tann 20. september 2025
Les meira… (PDF)

———

1. oktobur 2025 – Kæra 5/2025

 Leikaraloyvið var ikki í lagi

U21 Aga- og etiskanevndin staðfestir, at NSÍ brúkti ein leikara, sum ikki hevði leikaraloyvi í felagnum og sum spældi undir følskum navni á dómaraseðilinum í dystinum móti AB
Les meira… (PDF)

———

16. apríl 2025 – Kæra 4/2025

KÍ brúkti ólógligan spælara í 1. deild

1. deild menn / Løgmanssteypið 1. deildarliðið hjá KÍ verður dømt at tapa dystin móti Víkingi, ið varð spældur leygardagin 5. apríl, við málmuninum 3-0
Les meira… (PDF)

———

15. apríl 2025 – Kæra 1/2025

Leikarar løgdu eftir hjálpardómaranum

U17 dreingir Eftir órógv í einum venjingardysti millum FC Hoyvík og B71, verður FC Hoyvík verður revsað við bót upp á 10.001 krónu fyri brot á Aga- og etiskureglugerðina
Les meira… (PDF)

———

15. apríl 2025 – Kæra 2/2025

Skála nýtti spælara, ið ikki stóð á dómaraseðilinum

1. deild menn Aga- og etiskanevndin hevur avgjørt at revsa Skála Ítróttarfelag við bót upp á 5.000 krónur fyri umsitingarligt óskil í dysti móti NSÍ, har Skála nýttu spælara, ið ikki var skrásettur á dómaraseðilinum
Les meira… (PDF)

———

11. apríl 2025 – Kæra 3/2025

Árni Frederiksberg tríggjar dystir leikbann

Betrideildin menn Aga- og etiskanevndin hjá FSF hevur dømt Árna Frederiksberg úr KÍ tríggjar dystir leikbann fyri hending, ið fór fram í dysti móti EB/Streymi tann 30. mars 2025
Les meira… (PDF)

———

Dagført 3. oktobur 2025

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.