Brennur tú fyri samskifti, marknaðarføring og SoMe? Hevur tú hug at vera við í einum eldhugaðum toymi, sum gongur á odda fyri at økja um áhugan fyri fótbólti? So hava vit eitt spennandi starv á nýggju marknaðardeildini hjá FSF.
Á marknaðardeildini miðla og marknaðarføra vit føroyskan fótbólt og takast við alt frá at samskipa filming av dystum, selja klæðir, skipa fyri tiltøkum og gera lýsingar. Vit stýra heimasíðuni og sosialu miðlunum hjá FSF og samskipa øll marknaðarføringsátøk.
Harafturat taka vit okkum av innanhýsis ráðgeving um samskifti og marknaðarføring. Uppgávan hjá marknaðardeildini er eisini at stuðla hinum deildunum í ymsum átøkum og røkka røttu málbólkunum.
Vit eru ein lítil deild við fýra starvsfólkum, sum samstarva tætt, har meginpartin av arbeiðinum er á skrivstovuni í vanligari arbeiðstíð. Kortini eru vit ikki ov fín til at fara i arbeiðshandskarnar og hanga bandalýsingar upp, og annars gera aðrar líknandi praktiskar uppgávur í sambandi við dystir og onnur tiltøk. Vit vænta tí, at tú ert sinnað/ur at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð, og at ferðast uttanlands í sambandi við landsdystir.
Arbeiðsøkið fevnir um… – At leggja til rættis og skipa marknaðarátøk – At miðla føroyskan fótbólt – Sølu av landsliðsklæðum og merchandise – Sølufremjandi átøk hjá FSF – At umsita heimasíðu og sosialar miðlar hjá FSF
Vit leita eftir einum starvsfólki, ið… – Hevur skipaða og greinandi tilgongd til arbeiðið – Hevur góðar samskiftisførleikar, og dugir at orða seg stutt og greitt á føroyskum – Hevur góðan kunnleika um KT og talgildar loysnir – Er forvitin og áhugað/ur í nýggjum pallum og háttum at marknaðarføra FSF – Er álítandi, sjálvstøðug/ur og framsøkin – Er tænastusinnað/ur, semjusøkjandi og trívist, har tað til tíðir kann vera nógv at gera
Miðnámsútbúgving er eitt krav, umframt at royndir innan miðling og sosialar miðlar er ein fyrimunur.
Um FSF FSF er fótbóltsins samband og okkara aðalmál er, at fótbóltur er fyri øll – Alt árið – Alt lívið. Vit arbeiða við nærlagni og eldhuga fyri, at tað skal vera lætt hjá øllum at spæla fótbólt – uttan mun til kyn, aldur ella førleikar. Á henda hátt verður tryggjað, at vit bæði virka fyri teimum góðu úrslitunum, samstundis sum vit við røttum ítróttaranda fremja rørslu og fólkaheilsu við sannføring um, at fótbóltur borgar fyri gleði, trivnaði og felagsskapi.
Løn og setanartreytir Talan er um fulltíðarstarv, og vit ynskja, at tú byrjar 1. januar ella eftir avtalu. Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.
Soleiðis søkir tú Ynskir tú at vera við á liðnum, send so umsókn við prógvum, viðmælum og lívsrensli til [email protected] í seinasta lagi mánadagin 18. november 2024.
Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Brynhild Absalonsen, [email protected] ella tel. 291950.
Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.
Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.
Neyðugar cookies
Neyðugar cookies skulu játtast, til tess at heimasíðan skal virka sum ætlað.
Sløkkir tú fyri hesum cookies, kunnu vit ikki goyma upplýsingar um tína vitjan. Hetta kann hetta ávirka hentleikarnar á heimasíðuni.
Triðjaparts cookies
Heimasíðan nýtir Google Analytics til tess at samla hagtøl yvir vitjandi á heimasíðuni. Talan er einans um tekniskar dátur, sum ikki eyðmerkja teg sum persón.
Hesar cookies hjálpa okkum at betra síðuna við tíðini.
Vinaliga játta neyðugar cookies fyrst, áðrenn tú kanst goyma tínar stillingar!