Sjónvarpslýsingin hjá FSF í sambandi við landsdystirnar ímóti Kasakstan og Eysturríki í oktober í fjør, er innstillað til ársins sjónvarpslýsing 2013. Tað er Felagið Føroysk Marknaðarfólk ið skipar fyri atkvøðugreiðsluni
Í sambandi við seinastu HM-undankappingardystirnar hjá føroyska A-landsliðnum í oktober í fjør, sum vóru ímóti Kasakstan og Eysturríki, lat Fótbóltssamband Føroya eina sjónvarpslýsing gera.
Uppgávuna, at gera lýsingina, fekk danska/føroyska fyritøkan Censure, við Dann Thorleifsson og Arna Leivsgarð. Lýsingin varð víst í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya dagarnar undan dystunum, og góðskan á lýsingini hevur eftir øllum at døma verið so mikið góð, at lýsingin nú er innstillað til ársins sjónvarpslýsing 2013.
Hinar lýsingarnar, ið eisini eru innstillaðar til Ársins sjónvarpslýsing, eru lýsingar hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd & Tryggingarfelagnum Føroyar, Bank Nordik, Eik Banki og Trygd.
Tað er Felagið Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, sum skipar fyri kappingini, har føroyski brúkarin fær møguleika at velja bestu føroysku lýsingarnar í 2013.
Tað er nevndin í felagnum, sum hevur tilnevnt tær ymisku lýsingarnar, ið brúkarin nú kann skýra ársins bestu. Einasta kravið var, at lýsingin skuldi vera brúkt ella sædd í Føroyum í 2013.
Umframt ársins sjónvarpslýsing, skal ársins prentlýsing og ársins marknaðarátak eisini kjósast.
Trýst HER, og ver við í atkvøðugreiðsluni um Ársins sjónvarpslýsing 2013.