Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið føroyska hópin, sum seinni í mánaðinum fer til EM-undankapping í Kroatia
——————
Mánadagin 13. november setir føroyska U19-landsliðið við dreingjum kós ímóti Kroatia, har EM-undankapping verður á skránni næstu dagarnar.
Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Christiani Høgna Jacobsen, hevur hann nú kunngjørt teir tjúgu spælararnar, ið eru boðsendir.
Umframt Føroyar og Kroatia, verða Ísrael og Armenia eisini við í kappingini, sum verður spæld frá 15. til 21. november.
Hópurin
 Jón Petur Thomsen, NSÍ
 Svend Danielsen, B68
 Ingi Arngrímsson, Víkingur
 Sølvi Johannesen, KÍ
 Virgar Jónsson, EB/Streymur
 Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
 Jónas Prior, 07 Vestur
 Súni Herman Petersen, B71
 Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
 Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
 Olivur Thomsen, TB
 Carl Mikkelsen, B36
 Hanus Højgaard, B68
 Árni Nóa Atlason, Víkingur
 Mattias Hellisdal, B36
 Julian Mouritsen, 07 Vestur
 Teitur Knudsen, NSÍ
 Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
 Tobias Elmelund, B36
 Jóhan Josephsen, KÍ
Skráin
 15. nov. Ísrael – Føroyar
 18. nov. Kroatia – Føroyar
 21. nov. Føroyar – Armenia




