Effodeildin: B36 var leikliga omaná, men tá avtornaði fingu liðini á Svangaskarði hvør sítt stig. Í Havn vann EB/Streymur tepurt, og í evstu løtu bjargaði Víkingur sær eitt stig í Vági
Við teprum 1-0 sigri á HB, heldur EB/Streymur fast um oddasessin í fremstu deildini hjá monnum. Og meðan sundalagsmenn vunnu sín dyst, fingu ÍF, B36 og Víkingur bara eitt stig í 11. umfari í Effodeildini.

B68 – B36 1-1 (1-0)
Hóast tað var B36, ið var leikliga omaná, tá árstalsfeløgini B68 og B36 møttust á Svangaskarði, so fingu liðini hvør sítt mál og hvør sítt stig, og harvið endaði dysturin við javnleiki 1-1.

Heimaliðið kom á odda tá eitt gott korter var spælt. Hornaspark varð sent væl innfyri úr høgru, og inni í brotsteiginum var senegaliumaðurin Ndende fyrstur á bóltinum, og so var støðan 1-0 til B68.

Toftamenn vóru eisini nær við at koma upp á 2-0, stutt eftir steðgin. Christian Høgni Jacobsen streyk avstað, men í staðin fyri at skjóta sjálvur, legði runavíkingurin bóltin fyri føturnar á Kristian Anton Andreassen.

Fyri tveimum vikum síðani misnýtti Kaj Leo í Bartalstovu ein risa málmøguleika á Svangaskarði, sum útvarpsmaðurin hjá Kringvarpinum, Suni Merkistein, kallaði fyri heimsins størsta málmøguleika. Og møguleikin hjá Kristian Anton Andreassen var á leið líka stórur. Men sum fyri tveimum víkum síðan, so varð bólturin aftur í dag skotin uppum.

Eftir hetta vaknaðu gestirnir, og tað, ið eftir var av dystinum, var at kalla eitt langt álop á málið hjá B68. Og tá sjey minuttir vóru eftir at spæla, bragdaði hjá B36. Lukasz Cieslewicz fór til stroks, og við einum hørðum og góðum skoti eftir jørð, langaði póllendingurin bóltin í netið.

Seinastu løtuna royndu bæði liðini at fáa sigurin, og nærmast við vóru teir hvítu úr høvuðsstaðnum. Men fleiri mál komu ikki á Svangaskarði í 11. umfari í Effodeildini.

Úrslit, 11. umfar:
ÍF – TB 1-1
B68 – B36 1-1
HB – EB/Streymur 0-1
NSÍ – KÍ 0-2
FC Suðuroy – Víkingur 1-1

Mikukvøldið 13. juni verður aftur spælt í Effodeildini, og tá eru hesir dystir á skránni:
KÍ – B68
Víkingur – NSÍ
B36 – HB
TB – FC Suðuroy
EB/Streymur – ÍF

Støðan í Effodeildini