Við teprum 3-2 sigri á 07 Vestur, vunnu argjamenn oddabrakið í 1. deild hjá monnum
Lagt varð upp til veruligt oddabrak í næstbestu deildini hjá monnum, tá tey bæði fremstu liðini møttust í 9. umfari. Undan dystinum vóru tvey stig á muni millum AB og 07 Vestur, men eftir dystin leygardagin, hevur AB økt um leiðsluna.
AB vann 3-2, eftir hálvleiksstøðuna 2-0 til argjamenn. Mikkjal T. Hentze og Jónas Stenberg stóðu fyri málunum áðrenn steðgin, og tá eitt korter var eftir at spæla, skoraði Bjartur Kjærbo til 3-0 fyri AB.
Tíggju miunuttir fyri leiklok bragdaði hjá vágamonnum, og tá bara ein minuttur var eftir at spæla, kom spenningur aftur í dystin. Í báðum føri var Holgar Durhuus málskjútti hjá vágamonnum. Men nærri kom 07 Vestur ikki, og tískil hevur AB legt seg trygt á odda í 1. deild hjá monnum.
Eftir at øll liðini, uttan EB/Streymur og B68, hava spælt 9 dystir, er AB fremst við 27 stigum, meðan 07 Vestur hevur 22 stig. Niðast er NSÍ við trimum stigum.
Úrslit í 9. umfari:
NSÍ – Víkingur 3-4
B71 – KÍ 4-2
Skála – HB 1-1
AB – 07 Vestur 3-2
Seinasti dysturin í 9. umfari verður við Margáir í Streymnesi sunnudagin 20. mai klokkan 15:00, har EB/Streymur tekur ímóti B68.