Undirtøkan var góð, tá Fótbóltssamband Føroya hevði sín 33. aðalfund, ið hesaferð var á Parnassinum á Hotel Hafnia

Uppmøtingin frá feløgunum var góð, tá Fótbóltssamband Føroya leygardagin hevði sín 33. aðalfund, ið hesaferð varð hildin á Parnassinum á Hotel Hafnia. Av tí at onnur tiltøk vóru í FSF-húsinum hendan dagin, varð aðalfundirn fluttur. Umstøðurnar á Hafnia er góðar, og tí gjørdist talan eisini um ein góðan fund.

Forsetin í FSF, Christian Andreasen, helt sína árligu ársfrágreiðing, har hann róði aftur á eitt gott og spennandi ár, sum 2011 hevði at bjóða føroyskum fótbólti.

Síðani vóru ymiskar lógarbroytingar á skránni, áðrenn nevndarval til ymsar undirnevndir í Fótbóltssamband Føroya, komu fyri. Í fjør varð samtykt, at limirnir í starvsnevndini sita í 4 ár, í mun til 2 ár, og tí var einki val til starvsnevndina hesaferð.

Eftir ein stuttan steðg, var “ymiskt” á skránni, og tá varð nýggja heimasíðan gjørd almenn. Við nýggju heimasíðuni vónar FSF, at kunningin og alt ið hevur við felagsskapin at gera, kann gerast betri fyri øll ið varða av føroyskum fótbólti.

Nógvar og spennandi uppgávur standa fyri framman í hesum árinum, og vónandi kann nýggja heimasíðan verða við til at lýsa hesar hendingar í orðum, myndum og kykmyndum.

Fundarfrásøgn verður løgd á heimasíðuna í komandi viku.