Annan mánaðin á rað fór Petur Knudsen úr NSÍ avstað við heiðurinum sum besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum

——————

Eftir eitt framúr kappingarár hevur Petur Knudsen enn einaferð fingið viðurkenning fyri avrikini á vøllinum. Mánakvøldið, undan landsliðsvenjingini á Tórsvølli, varð hann kosin besti spælari í MeistaraDeildini hjá monnum fyri septembur og oktobur.

Petur varð eisini valdur besti spælari í august. Harumframt skoraði hann í avgerandi FM-dystinum í næstsíðsta umfari, tá NSÍ tryggjaði sær meistaraheitið, og endaði samstundis kappingarárið sum toppskorari í landskappingini.

– Hetta hevur verið eitt framúr gott kappingarár, og at enda upp á hendan mátan er fantastiskt, sigur Petur Knudsen við heimasíðuna hjá FSF.

Tað var pápin, landsliðslegendan Jens Martin Knudsen, sum handaði Peturi heiðurin saman við gávubrævi frá Bygma Balslev og einari heiðursplátu frá Fótbóltssambandi Føroya.

Umframt Petur Knudsen vóru eisini liðfelagarnir Daniel Obbekjær og Viljormur Davidsen tilnevndir til heiðurin sum besti spælari í septembur og oktobur.