Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum frá 16. til 25. novembur skal taka lut í UEFA menningarkapping í Albania

——————

Pólland, Norðurírland og Albania vera mótstøðulondini, tá føroyska U15-landsliðið við dreingjum seinni í mánaðinum fer til albanska høvuðsstaðin Tirana, har UEFA menningarkapping er á skránni.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15-dreingjunum, og hann hevur nú úttikið hópin, sum hesaferð er mannaður við spælarum úr 07 Vestur, B36, HB, KÍ, NSÍ, TB og Víkingi, umframt trimum leikarum, sum spæla fyri AB, Allerød og B93 í Danmark.

Hópurin
Josef Caabay Nattestad, 07 Vestur
Hjalti Rógvason, B36
Bjarti á Borg Laksáfoss, B36
Fríði Høgnesen, B36
Rókur Slættanes, B36
Bastian Sommer Sigurheim, HB
Filip Vanegas Poulsen, HB
Artur Lyngvej, HB
Hákun Arnholdsson, KÍ
Jónfinnur Zachariassen, KÍ
Ari Á. Weihe, NSÍ
Dávur Dionsson, TB
Levi Simonsen, TB
Alexandur Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Sámuel Amkelani Skoradal, Víkingur
Johannes Egholm Arildsen, AB (Danmark)
Anton Shantz Andersen, Allerød (Danmark)
Karl Juul, B93 (Danmark)

Dystaskráin
19. nov. Pólland – Føroyar
21. nov. Føroyar – Norðurírland
24. nov. Albania – Føroyar