André Olsen hevur úttikið 18 spælarar, sum skulu umboða Føroyar í EM-undankappingini í Serbia frá 9. til 18. novembur
——————
Tríggir dystir eru á skránni, tá føroyska U19-landsliðið við dreingjum í døgunum 9. til 18. novembur skal taka lut í EM-undankapping í Serbia.
Umframt Føroyar og vertslandið, eru Montenegro og Aserbadjan eisini við í kappingini.
André Olsen er venjari hjá U19-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Jákupi Ludvig Thomsen, hevur André nú sett navn á teir 18 spælararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-undankappingini.
Hópurin
Rasmus Helgason, 07 Vestur
Djóni Sivertsen, B36
Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, FC Suðuroy
Tróndur Sjúrðarson, HB
Silas Bjarnason Joensen, HB
Jógvan í Lon, HB
Jógvan í Skála, HB
Dánial Mørkøre, HB
John Ziska Joensen, KÍ
Ezra Lukama, KÍ
Dávid Reynheim, KÍ
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Markus Klein Danielsen, NSÍ
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Jákup Kristiansson Poulsen, Esbjerg fB (Danmark)
Sigurd Ulriksen, FC Helsingør (Danmark)
Nóa Klein Joensen, Randers FC (Danmark)
Dennis Anghel, SønderjyskE (Danmark)
Áðrenn fráferð eru tríggjar venjingar á skránni, sum vera á Tórsvølli 2., 3. og 4. novembur.
Í tí sambandi hava venjararnir eisini sent boð eftir Ørvuri Isfeld úr AB, Dávidi Viderø og Heina Guttesen úr B36, Markusi Johansen úr FC Hoyvík, Nóa Kristin Mortensen og Páll Johannesen úr FC Suðuroy, Edvardi Falkenberg og Jónasi Gaard úr HB, og Jeffrey Berg hjá Skála.
Dystaskrá
11. nov. Serbia – Føroyar (16:00)
14. nov. Montenegro – Føroyar (10:00)
17. nov. Føroyar – Aserbadjan (15:00)