Fannhard Skoradal, venjari hjá U16-landsliðnum við gentum, hevur úttikið hópin, sum í novembur mánaði fer á venjingarlegu í Danmark, har tveir venjingardystir eisini eru á skránni
——————
Í døgunum 9. til 13. novembur fer U16-landsliðið við gentum á venjingarlegu í Keypmannahavn í Danmark.
Umframt venjingar, vera tveir venjingardystir eisini á skránni. Tann fyrri verður týsdagin 10. novembur ímóti HB Køge, og tveir dagar seinni, hósdagin 12. novembur er mótstøðuliðið B93.
Fannhard Skoradal er venjari hjá U16-gentunum, og hann hevur nú sett navn á tær 18, ið eru boðsendar til venjingarleguna í Keypmannahavn.
Hópurin
Anna Katrina í Haraldstovu, 07 Vestur
Andrea Heinadóttir, 07 Vestur
Sunneva Ravnsfjall, 07 Vestur
Rannvá Heinadóttir, B36
Helena í Skorini, B36
Hadassa Schwartson Christiansen, B36
Beinta Sólheim Guttesen, B36
Súsanna Johnsdóttir, B36
Sigrun Eyð Halldórsdóttir Fossádal, B36
Fríða Maria Ejdesgaard, B36
Magna Holm Johannesen, Fortuna Svendborg/Oure (Danmark)
Berit Unadóttir, FC Suðuroy
Heidi Jacobsen, KÍ
Linda Isabella Ziska, KÍ
Paula Høj, KÍ
Uhenya Lukama, KÍ
Lilja Dam Jacobsen, Skála
Eva Atladóttir, Víkingur