Bjóðað verður til Impulsskeið, har evni er “Føroyar í altjóða spælinum – leiðsla og avgerðir – og framtíðin”. Skeiðið verður í Smæruni í Havn leygardagin 26. septembur

——————

TILMELDING

Leygardagin 26. septembur frá klokkan 09:30 til 15:30 verður Smæran í J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn karmur um impulsskeið, har evnið verður “Føroyar í altjóða spælinum – leiðsla og avgerðir – og framtíðin”.

Skeiðið telur seks impulstímar til dagføring av UEFA A-, B- og C-prógvum, og aftaná verður farið á Tórsvøll til UEFA Nations League-dyst millum Føroyar og Kasakstan, sum byrjar klokkan 17:00.

Innihald
A-landsliðið við monnum fer í heyst undir eina nýggja UEFA Nations League-kapping, og lagt verður frá landi við einari tættari dystarská, tí frá 26. septembur til 6. oktobur skulu føroysku menninir spæla fýra dystir í ellivu dagar.

Impulsskeiðið leygardagin 26. septembur hevur yvirskipaða evnið “Føroyar í altjóða spælinum” og setir sjóneykuna á tær avgerðir, sum verða tiknar bæði á og uttanfyri vøllin.

Dentur verður lagdur á kjak og luttøku, har luttakararnir fáa høvi at seta orð á og viðgera ítøkilig evni, sum eru partur av spælinum á vøllinum.

Vit fáa eisini vitjan úr A-landsliðsleguni, og harumframt hevur ein útlendskur venjari hugt nærri at føroyskum fótbólti fyri at meta um styrkir og møguligar menningarleiðir.

Á skránni er eisini eitt spennandi prát um føroyskan fótbólt og framtíðina, eins og vit fara at viðgera, hvussu vit framhaldandi kunnu menna okkara spæl, tá ið vit hava bóltin.

Skráin
Kl. 09:30 Vælkomin og innleiðsla
Kl. 09:45 Fyrireiking til UEFA Nations League 2026
Kl. 10:15 Kaffisteðgur
Kl. 10:30 Mótstøðuliðini í UEFA Nations League 2026
Kl. 11:00 Hvussu loysa vit hesar spælstøðurnar (verjuspæl / verkstova)?
Kl. 11:45 Útlendsk eygu – styrki og menningarmøguleiki
Kl. 12:15 Ábit
Kl. 12:50 Orðaskifti – fótbólturin heima og úti um 10 ár
Kl. 13:30 Hvussu loysa vit hesar spælstøðurnar (álopsspæl / verkstova)?
Kl. 14:10 Kaffisteðgur
Kl. 14:25 “Fish-bowl” (hvussu menna vit spælið, tá vit hava bóltin / verkstova)?
Kl. 15:10 Samanumtøka
Kl. 16:00 Føroyar – Kasakstan á Tórsvølli (FSF Gestir)

Upptøkutreytir
Impulsskeiðið er ætlað venjarum við A, B og C prógvi.

Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri luttøku á skeiðnum er 900 kr. Íroknað prísin er atgongumerki, við atgongd til FSF Gestir, til UEFA Nations League dystin á Tórsvølli leygardagin 26. septembur millum Føroyar og Kasakstan.

Tilmeldingarfreistin er mánadagin 21. septembur 2026.

Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Eli Hentze, [email protected] ella tel. 29 19 62.

TILMELDING