Nú summarfrítíðin er av og gerandisdagurin aftur stendur fyri framman, kunnu vit líta aftur á nakrar sera góðar og væleydnaðar vikur við summarfótbólti


Nýggja felagsheitið Summarfótbóltur hevur í ár fevnt um fleiri ymisk tiltøk, sum tilsamans hava givið 466 børnum fjølbroyttar og spælríkar upplivingar við fótbólti. Summarfrítíðin varð skotin í gongd við Fótbóltsdøgunum í Havn, har 243 børn í U9, U11 og U13 aldri vóru savnaði til tveir stuttligar dagar við dygdargóðari venjing og dystarspølum á Tórsvølli.

Fyrst í juli fóru Fótbóltsstevnurnar av bakkastokki, og samanlagt hava 197 børn luttikið í teimum fimm stevnunum, sum vórðu hildnar á Skála, í Runavík, Trongisvági, Hoyvík og Klaksvík. Á stevnunum hava børn í U9, U11 og U13 aldri roynt seg í dystarspølum á ymiskar fjølbroyttar mátar, við spæligleði og stuttleika í hásæti.

Harumframt hevur Sumamrfótbólturin eisini fevnt um eitt summarsligt umfar av Disney Playmakers, har 26 gentur í 7-9 ára aldri hava spælt seg ígjøgnum søgugongdina í Disneyfilminum Encanto. Disneyfótbólturin er sniðgivin til gentur við ongum ella avmarkaðum royndum við fótbólti, og fevnir um átta venjingar, sum vórðu avgreiddar á Tórsvølli fyrst í august.

Samanlagt hava tiltøkini sostatt ferðast kring tað mesta av landinum og rokkið heili 466 børnum við ymiskum virksemi í summarfrítíðini. Sum heild hevur hetta eydnast avbera væl, og er at rokna sum eitt gott og stuttligt íkast til tað meira skipaða fótbóltsvirksemið við dystum og kappingum, sum nú er á veg aftur úr summarfrí.

Niðanfyri síggjast myndir frá Summarfótbóltinum 2026. Vit gleða okkum longu til næsta ár!