Nú er at gera skjótt av, um tú vilt tryggja tær pláss til Fótbóltsdagarnar 25. og 26. juni
Summarfótbólturin hjá FSF byrjar við Fótbóltsdøgum á Tórsvølli fyri U9, U11 og U13 dreingir og gentur hósdagin 25. og fríggjadagin 26. juni. Atgongumerkini verða í hesum døgum seld við nógvari ferð, og serliga í teimum yngru aldursbólkunum ræður nú um at gera skjótt av.
Fótbóltsdagarnir eru eitt tiltak fyri gentur og dreingir í áðurnevndu aldursbólkunum, har luttakarnir eru á Tórsvølli tveir tímar hvønn dag. Á skránni eru dygdargóðar venjingar við landsliðsvenjarum og øðrum dugnaligum FSF venjarum, umframt at luttakararnir eisini sleppa at royna seg í ymiskum smáum dystarspølum. Júst dygd og stuttleiki eru eyðkennini fyri Fótbóltsdagarnar, sigur Jógvan Martin Olsen, sum leggur venjingarnar til rættis.
– Við Fótbóltsdøgunum bjóða vit børnunum fjølbroyttar funktionellar spælvenjingar við sera dugnaligum venjarum, sum leggja dent á at geva luttakarunum eina stuttliga og læruríka uppliving á Tórsvølli, har tey veruliga sleppa at kýta seg, sigur hann.
Skráin fyri Fótbóltsdagarnar er hendan:
Kl. 9.30-11.30: U13 dreingir og gentur
Kl. 11.30-13.30: U11 dreingir og gentur
Kl. 13.30-15.30: U9 dreingir og gentur
Tilmeldingin er opin í eina góða viku afturat, og hon gongur fyri seg her.




