Leygardagin 28. februar klokkan 17:00 bresta KÍ og HB saman í ársins stórsteypadysti hjá monnum. Stórsteypadysturin hjá kvinnum, sum eisini verður millum KÍ og HB, verður leygardagin 14. mars. Í ár fer ágóðin frá dystunum til Colitis-Crohn felagið
——————
Sum tað hevur verið í mong ár, verða stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum spældir á Tórsvølli. Men í ár verða dystirnir ikki spældir sama dag.
Menninir hjá KÍ og HB bresta saman leygardagin 28. februar klokkan 17, meðan stórsteypadysturin hjá kvinnum, sum eisini verður millum KÍ og HB, verður spældur leygardagin 14. mars, somuleiðis klokkan 17:00.
Í stórum stíli gjørdist mansliðið hjá KÍ greipuvinnari í fjør. Tí umframt at basa Víkingi í steypafinaluni, blivu teir eisini føroyameistarar við ikki færri enn níggju stigum fleiri enn nummar 2, sum var HB, og tá enntá uttan at tapa ein einasta dyst. Og sum silvurvinnari í landskappingini er HB við í stórsteypadystinum.
Tað er rárasta hending, at nakar annar enn KÍ-kvinnurnar fara avstað við meistaraheitinum. Soleiðis var eisini í fjør, tá tær kongabláu vunnu sítt 24. FM-heiti. KÍ var eisini í steypafinaluni, men mátti lúta fyri HB, sum tí sum steypavinnari er hitt liðið í stórsteypadystinum.
Colitis-Crohn Felagið fær ágóðan
Stórsteypadystirnir kunnu ofta geva eina góða ábending um, hvat vit kunnu vænta okkum av liðunum, ið stóðu seg best av øllum farna kappingarár. Men samstundis er endamálið við hesum dystum, sum Fótbóltssamband Føroya og Lions Club í felag skipa fyri at stuðla einum góðum og vælgerandi endamáli.
Seinnu árini hevur Lions Club lagt ágóðan frá stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti saman, so talan kann gerast um eina munadyggari upphædd. Sum longu varð kunngjørt, tá stórsteypadystirnir í septembur vóru í hondbólti, fer allur ágóðin hesaferð til Colitis-Crohn Felagið.
Felagið er fyri tarmsjúk, avvarðandi og onnur. Føroyingar hava tíverri heimsmet í tarmsjúkum, tí yvir túsund fólk í Føroyum hava staðfest tarmsjúku, samstundis sum hildið verður, at hetta tal óivað er hægri enn so. Av tí at alt arbeiði í Colitis-Crohn Felagnum er sjálvboðið, siga tey tað koma væl við at fáa stuðulin frá øllum stórsteypadystunum.




