Skráin fyri barna- og ungdómsráðstevnuna, sum verður 27. og 28. februar er nú klár. Gestur hesaferð verður Graeme Carrick, ið millum annað hevur verið hjálparvenjari hjá beiggja sínum í Middlesbrough, núverandi Manchester United venjarin, Michael Carrick

——————

– Vit eru sjálvandi sera spent til ráðstevnuna, og eisini til ta forkunnugu vitjan, ið vit hesaferð fáa úr Englandi.

Tað sigur Jonas Nielsen, tekniskur stjóri hjá FSF, og fyriskipari av ráðstevnuni um barna- og ungdómsfótbólt, sum verður í Havn fríggjadagin 27. og leygardagin 28. februar.

Endamálið við ráðstevnuni er at geva luttakarunum íblástur til komandi kappingarár, umframt at hittast og minna hvønn annan á týdningin av arbeiðinum við barna- og ungdómsfótbólti.

Málbólkurin eru allir ungdómsvenjarar, uttan mun til royndir ella útbúgving – einasta krav er, at viðkomandi hevur áhuga fyri barna- og ungdómsvenjingum.

Umframt framløgur og annað føroyskt tilfar, er høvuðsnavnið á ráðstevnuni hesaferð Graeme Carrick, sum kemur úr Englandi.

Graeme Carrick er 42 ára gamal. Hann hevur UEFA A venjaraprógv og 15 ára royndir í enska fótbóltssambandinum. Harafturat hevur Graeme Carrick verið venjari hjá U18 liðnum hjá Newcastle, og seinast hjálparvenjari hjá beiggja sínum í Middlesbrough, núverandi Manchester United venjarin, Michael Carrick.

Í løtuni arbeiðir Graeme Carrick fyri UEFA og hevur leiklutin sum tekniskur eygleiðari til U16 menningarkappingina, sum verður í Føroyum í døgunum 27. februar til 4. mars.

Freistin at boða frá luttøku er sunnudagin 22. februar. Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Fríggjadagin 27. februar
Kl. 14:00 Estland – Føroyar á Tórsvølli (U16)

Kl. 17:00 Bjóða kaffi / te og sandwich í HB húsinum

Kl. 17:15 Vælkomin og kunning frá FSF

Kl. 17:45 FSF verkætlan: “Droym stórt”

Kl. 18:15 Graeme Carrick: “Eldru ungdómsárini – liðvenjing tillagað menningartørv hjá tí einstaka leikaranum”

Kl. 19:00 Venjing á Tórsvølli (U16-U18)

Kl. 20:00 Ábit á langsíðuni á Tórsvølli – Undirhald, prát og quiz

Leygardagin 28. februar
Kl. 09:30 Kunning

Kl. 09:45 FSF verkætlan: “Fair Play í barnahædd” og “Leiðreglur um Tryggan Ítrótt”

Kl. 10:10 Góð dømi úr feløgum: Barnafótbóltur í Skála Ítróttarfelag

Kl. 10:25: Góð dømi úr feløgum: Horst Wein fótbóltsstevna

Kl. 10:45 “Hvat siga føroysk børn um ítrótt”: Synnøve av Rana, samskipari av Barnaverkætlanini

Kl. 11:25 Trý evni – føroyskir venjarar (1. U17-U9 venjing “Gleði og spæl”, 2. Driblingar/driblarin, 3. Spælvenjingar)

Kl. 12:45 Døgurði

Kl. 13:30 Graeme Carrick: “Gott samanspæl – menna sambandið millum tveir leikarar”

Kl. 14:15 Venjing á Tórsvølli U11-U13

Kl. 15:45 Samanumtøka

Kl. 17:00 Lions Stórsteypadystur hjá monnum á Tórsvølli: KÍ – HB