Kommununar kring landið hava nú møguleikan at søkja um stuðul til bygging av fótbóltshallum. Hvør verkætlan kann søkja um í mesta lagi 15-20 prosent av samlaða kostnaðinum. Í serstøkum førum kann hægri stuðul tó latast

——————

– Átakið er liður í arbeiðinum at menna og betra um karmarnar fyri fótbóltin kring landið, soleiðis at vit kunnu fáa enn fleiri føroyingar at spæla fótbólt – alt árið, alt lívið.

– Stuðul verður latin til bæði fótbóltshallir í fullari stødd og til smærri fótbóltshallir – sokallaðar 9’ara og 7’ara hallir.

Tað sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Kristian Dam Ziska, í sambandi við, at kommununar kring landið nú hava møguleikan – umvegis FSF – at søkja um stuðul úr FIFA Forward 3.0 skipanini, sum stuðlar verkætlanum, ið hava til endamáls at byggja fótbóltshallir.

Hvør verkætlan kann søkja um 15-20 prosent av samlaða kostnaðinum, men í serstøkum førum kann hægri stuðul tó latast.

Kommunur, ið hava áhuga at byggja fótbóltshøll, skulu boða FSF frá innan 2. mars 2026. Tær fráboðanir, sum Fótbóltssamband Føroya móttekur verða síðani eftirhugdar í samband við støðutakan av, hvussu stóran stuðul FSF samanlagt kann veita.

FSF hevur møguleika at søkja um í alt 19 milliónir krónur úr FIFA Forward 3.0 skipanini, og stuðulin til kommunurnar verður í fyrstu atløgu latin til verkætlanir, sum verða framdar í 2026 og í 2027.

Í Hólmanum á Eiði – Mynd: Vitlíki
Inni í Dal á Sandi – Mynd: Vitlíki