Í farnu viku var U16 landsliðið við gentum á venjingarlegu í Danmark. Á skránni vóru tveir venjingardystur. Í móti HB Køge taptu Føroyar 1-0, men vunnu síðani 7-0 á Sundby BK
– Talan var um tveir sera ymiskar dystir. Tann fyrri var tættur, men endaði við tapi. Vit standa væl í verjuni, og skaptu eisini nakrar málmøguleikar, men ikki nokk, og er hetta nakað vit skulu arbeiða víðari við.
– Í seinni dystinum vóru okkara gentur greitt við yvirlutan, og megna eisini at skora sjey mál. Vit høvdu bóltin tað mesta av dystinum, og til tíðir vístu vit gott spæl, men eisini eitt sindur rótut onkrar løtur.
Tað sigur Eyðvør Jakobsen, venjari hjá U16 landsliðnum við gentum, sum í farnu viku var á venjingarlegu í Keypmannahavn, har liðið spældu tveir venjingardystir.
Í fyrra dystinum, sum var ímóti HB Køge taptu Føroyar 1-0, meðan tað í seinna dystinum, sum var ímóti Sundby BK, hilnaðist betri – Føroyar vunnu 7-0. Málini gjørdu Miriam Stauss og Lilja Eiriksdóttir Højsted, sum skoraðu tvey mál í part, Sára Justinussen, Billa Martisdóttir Justinussen og Olivia Kristiansen.
– Samanumtikið var hetta ein góð venjingarlega, og vónandi hava okkara spælarar lært okkurt, sum tær kunnu arbeiða víðari við í framtíðini, sigur Eyðvør Jakobsen.
Myndir: Malena Josephsen



