FSF er farið undir at gera eina nýggja strategiska ætlan. Tað merkir, at vit nú seta kósina fyri, hvussu føroyskur fótbóltur og føroyskir leikarar skulu mennast komandi fimm árini


Vit vilja fegin frætta frá tær. Hevur tú eina meining ella eitt hugskot um, hvussu vit kunnu gerast betri – ella hvussu tað kann gerast enn stuttligari at sparka fótbólt? Skal FSF leggja størri orku í landsliðini, feløgini, leikararnar, áskoðararnar, fótbóltsvøllir, sparkivøllir – ella okkurt heilt annað?

Tú kanst siga okkum tína hugsan dulnevnd(ur) við at trýsta her og svara spurnarkanningini.

Spurnarkanningin er ætlað øllum, sum elska fótbólt – leikarum, venjarum, dómarum, stadionspeakarum, foreldrum, fjepparum hjá Skansanum, á langsíðuni ella heima við sjónvarpið. Evsta mark at svara er sunnudagin 30. november.