6-0 á Sundby BK og 1-0 sigur á HB Køge vóru úrslitini í venjingardystunum, sum U15 landsliðið við gentum spældi á venjingarleguni í Danmark í farnu viku


– Dagarnir í Danmark vóru fyltir við fótbólti. Umframt dystir, vóru venjingar og fundir eisini á skránni. Undir venjingunum varð dentur lagdur á ymiskar dystarstøður, og á fundunum fingu spælararnir møguleikan at seta orð á, hvussu tær síggja og uppliva hesar støðurnar.

Tað sigur Jákup Mortensen, venjari hjá U15 landsliðnum við gentum, sum í farnu viku vóru á venjingarlegu í Keypmannahavn.

Í fyrra venjingardystinum vunnu okkara gentur 6-0 á Sundby BK. Málini gjørdu Emma Sigtórsdóttir Petersen, sum skoraði trý mál, Lilja Dam Jacobsen gjørdi tvey, og Eva Atladóttir skoraði eitt mál.

Úrslitið av seinna dystinum, sum var ímóti HB Køge, gjørdist 1-0 til Føroyar. Einsamalla málið skoraði Ida Müller.

– Eitt er, at vit vinna við nógvum málum í fyrra dystinum, men tað var eisini umráðandi, at einki mál bleiv skorað ímóti. Í seinna dystinum var dystarmyndin eitt sindur øðrvísi. Men aftur hesaferð megna vit at halda tætt í verjupartinum, og kundu – um væl vildi til – vunnið við meir enn einum máli, sigur Jákup Mortensen við heimasíðuna hjá FSF.

Myndir: Bára Skaale Klakstein