Sunnudagin 12. oktobur skipaði fótbóltsdeildin hjá FSF fyri impulsskeiði í Smæruni í Havn. Evnini á skeiðnum vóru manslandsliðið, altjóða fótbóltur og taktikkur
– Kjakið millum luttakararnar var lívligt, framløgurnar vóru viðkomandi og spennandi, og eg haldi at skeiðið eydnaðist sera væl.
Tað sigur Eli Hentze, útbúgvingarsamskipari hjá FSF, um impulsskeiðið, ið varð hildið í Smæruni í Havn sunnudagin 12. oktobur, har eini 55 venjarar, við UEFA A, B og C prógvi, luttóku.
Evnini á skeiðnum vóru A-landsliðið hjá monnum, taktikkur og altjóða fótbóltur. Frá manslandsliðnum høvdu Eyðun Klakstein, Magni Mohr og Jákup Reinert Højgaard hvør sína framløgu um taktik, kropsliga venjing og greining.
Andre Olsen og Áki Johansen høvdu eina felags framløgu, har teir greiddu frá teirra eygleiðing av landsdystinum millum Føroyar og Montenegro.
Eisini bleiv skipað fyri verkstovu, har yvirskriftin var “Føroyar í endaspæli”. Spurningarnir, ið millum annað vóru reistir, vóru:
– Hvat skal føroyskur fótbóltur gera fyri at náa einum endaspæli?
– Er ávísur leikháttyur yvir tíð eitt av svarunum?
– Er neyðugt at fáa leikarar út í heim jú fyrr jú betri?
Eftir ein stuttan steðg hevði Eli Hentze eina framløgu undir heitinum “Hvørjum hyggur tú eftir?”. Evnið snýr seg um at menna førleikan at taka betri og rættari avgerðir í dysti – bæði við og uttan bólt.
Eisini varð kjakast um menningina av ungum leikarum til vaksnamannafótbólt og landslið. Kring pallborðið sótu Jákup Ludvig Thomsen, Høgni Zachariassen og Eli Nolsøe Leifsson.



Myndir: Jóhanna Thomsen