Tað verður forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, ið fer at syngja fyri, tá “Tú alfagra land mítt” fer at runga á Tórsvølli fríggjakvøldið
Fríggjakvøldið klokkan 19:45 taka Føroyar ímóti Kroatia í HM undankappingardysti á Tórsvølli.
Og áðrenn dystin fáa vit forkunnuga vitjan á tjóðarleikvøllinum. Tað verður nevniliga forsangarin í Hamraduni, Pól Arni Holm, ið fer at syngja fyri, tá “Tú alfagra land mítt” fer at runga kring vøllin.
– Hetta verður ein spennandi og øðrvísi uppgáva, og tað verður einki minni enn fantastiskt at syngja saman við so nógvum fólkum – hetta gleði eg meg til, sigur Pól Arni Holm.
Atgongumerkjasølan til dystin hevur gingið væl, og seint týskvøldið vóru bara eini 200 til 300 atgongumerki eftir. Á Tórsvølli er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum.
Tí er nógv, ið bendir á, at tað verður fult hús tá Pól Arni sleppur fram at mikrofonini. Vit gleða okkum eisini!