Við tryggum sigrum á B68 og 07 Vestur, hava ÍF og B36 spælt seg í hálvfinalurnar í minnu steypakappingini hjá kvinnum
Mikukvøldið varð fyrsta umfar í minnu steypakappingini hjá kvinnum á skránni.
Í Fløtugerði í Fuglafirði tók ÍF ímóti B68. Úrslitið gjørdist ein sannførandi 4-0 sigur til heimaliðið. Jenny Reinert Petersen, Erla Róin og Kristina Obradovic, sum skoraði tvey mál, sygrdu fyri sigrinum hjá fuglafjarðarkvinnum.
Í Gundadali hevði B36 vitjan av 07 Vestur, og har var tað eisini heimaliðið, ið var omaná. B36 vann 3-0 við málum frá Báru Magnussen, Gunnrið Poulsen og Sigrið Hansdóttir.
Í hálvfinalunum møtast ÍF og B36, og FC Suðuroy og FC Hoyvík. Hálvfinalurnar verða spældar 3., 13. og 14. septembur. Finalan verður á Tórsvølli leygardagin 27. septembur.
Niðanfyri síggjast tey sjey málini, ið vórðu skoraði í fyrsta umfari.