Undantaksloyvi til ov ungar leikarar

Vísandi til § 4 í Kappingarreglum fyri Fótbólt og til § 2 stk 3 í Kappingarreglum fyri yngri deilir, hevur Kappingarnevndin gjørt fylgjandi reglur um undantøk til ov ungar leikarar til U21 og at leika í vaknamannadeild hjá monnum og kvinnum, og til ov gamlar leikarar at leika í yngri deildum.

Galdandi fyri umsókn til undantaksloyvi til vaksnamannadeild hjá monnum og U21:

Aldursmarkið fyri at luttaka í vaksnamanndeild og í U21 dreingjum er 16 ár.

Tó kann felag søkja um undantak frá aldursmarkinum fyri leikarar, sum er minst 15 ½ ára gamlir, til at luttaka í ávikavist vaksnamannadeild og í U21 dreingjum. Tó i mesta lagið fyri seks leikarar íalt í kappingarárinum. Harav í mesta lagið tríggjar leikarar til vaksnannadeild og tríggjar leikarar til U21 dreingir.

Váttan frá felagnum, fysioterapeuti/lækna eins og foreldraváttan skal fylgja við umsóknini, har váttað verður, at umrøddu leikarar eru bæði kropsliga og sinnisliga førir fyri at spæla í hægri deild enn henni, sum leikarin annars hevur aldur til at leika í. Umsóknarskjal liggur á heimasíðuni hjá FSF.

Ein metingarbólkur frá FSF verður settur at ráðgeva aðalumsitingini í slíkum málum.

Galdandi fyri umsókn um undantaksloyvi til vaksnamannadeild hjá kvinnum:

Aldursmarkið fyri at luttaka í vaksnamanndeild hjá kvinnum er 15 ár.

Tó kann felag søkja um undantak frá aldursmarkinum fyri leikarar, sum er minst 14 ½ ára gamlar, til at luttaka í vaksnamannadeild til í mesta lagið tríggjar leikarar í kappingarárinum.

Váttan frá felagnum, fysioterapeuti/lækna eins og foreldraváttan skal fylgja við umsóknini, har váttað verður, at umrøddu leikarar eru bæði kropsliga og sinnisliga førir fyri at spæla í vaksnamannadeild. Umsóknarskjal liggur á heimasíðuni hjá FSF.

Ein metingarbólkur frá FSF verður settur at ráðgeva aðalumsitingini í slíkum málum.

Víst verður annars til §8 í kappingarreglum fyri Fótbólt.

Galdandi fyri umsókn um undantaksloyvi til leikarar, sum ikki koma undir undantaksreglurnar í § 2 stk. 2, 3 og 4 í Kappingarreglum fyri yngri deildir:

Um eitt lið fær undantak til meir enn ein leikara, ið er ov gamal, ella undantaksloyvi til leikara, sum ikki kemur undir undantaksreglu, missir liðið rættin til at spæla um heiðursmerkir og kann ikki luttaka í steypakappingini.

Kappingarnevndin, februar 2025

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.