Hevur tú hug at arbeiða í einum avriksumhvørvi við skiftandi uppgávum, har tað verða sett høg krøv til góðsku, og megnar tú at hava nógvar bóltar í luftini í senn, so hava vit eitt spennandi barsilsstarv til tín í Fótbóltssambandi Føroya.
Samskipandi leiklutur
Fótbóltssambandið hevur níggju ungdómslandslið umframt landsliðini hjá monnum og kvinnum. Landsliðsvirksemið hjá FSF er umfatandi, og eru landsliðini á ferð størsta partin av árinum og hava regluliga venjingar í Føroyum.
Vit bjóða tær eitt starv í einum fyrisitingartoymi, ið hevur sum aðalmál at taka sær av øllum tí, ið gongur fyri uttanfyri vøllin, so venjararnir kunnu hugsavna seg um tað, ið hendir inni á fótbóltsvøllinum
Tú verður partur av einum toymi á fýra fólk, harav tit eru tvey, ið samskipa alt landsliðsvirksemi og arbeiða beinleiðis saman við landsliðsvenjarunum. Uppgávan er at tryggja at stýr er á øllum smálutum, so landsliðini hava bestu fyritreytir fyri at fáa bestu úrslit.
Uppgávurnar
– Ábyrgd av at tilrættisleggja ferðir og samskipa dystir í Føroyum
– Bóking av flogferðum og gistingarhúsum
– Samskifti við mótstøðulið, gistingarhús og ferðaskrivstovu
– Tilrættislegging av skrá, kamarslistum og matarætlanum
– Samskipan av venjingum hjá landsliðunum
– Samskipandi leiklut millum starvsfólk, ið ferðast við landsliðunum, herundir venjarar, fysioterapeutar, liðleiðarar og onnur
– At leggja dátur í TIME skipanina hjá UEFA
– Umboða FSF til UEFA lutakast, bæði í Nyon og online
– Samskipan av fótbóltsvirkseminum á Oyggjaleikunum í 2027
– Aðrar fyrifallandi uppgávur
Starvið er í høvuðsheitum í vanligari skrivstovutíð, men er merkt av skiftandi arbeiðstrýsti, ið kann vera sera høgt rundan um landsdystir hjá monnum og kvinnum, og krevur tá eisni kvøld- og vikuskiftisarbeiði. Harafturat er talan um ferðing uttanlands tríggjar til fýra ferðir árliga í upp til 10 dagar í senn.
Um teg
Vit ímynda okkum, at tú…
– hevur royndir við skrivstovuarbeiði
– hevur útbúgving innan tænastubúskap ella líknandi
– ert skipað/ur og megnar at arbeiða við fleiri uppgávum í senn
– ert álítandi
– hevur Microsoft Office førleika á brúkarastøði
– hevur áhuga í at læra at nýta ymsar brúkaraskipanir hjá UEFA
– hevur áhuga fyri og innlit í føroyskan ítrótt
– dugur væl at samskifta skrivliga og munnliga á føroyskum og enskum
Koyrikort til bil er eitt krav.
Nýútbúgvin eru vælkomin at søkja.
Um Fótbóltssamband Føroya (FSF)
FSF er fótbóltsins samband og okkara aðalmál er, at fótbóltur er fyri øll – Alt árið – Alt lívið.
Vit arbeiða við nærlagni og eldhuga fyri, at tað skal vera lætt hjá øllum at spæla fótbólt – uttan mun til kyn, aldur ella førleikar. Á henda hátt verður tryggjað, at vit bæði virka fyri teimum góðu úrslitunum, samstundis sum vit við røttum ítróttaranda fremja rørslu og fólkaheilsu við sannføring um, at fótbóltur borgar fyri gleði, trivnaði og felagsskapi.
Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv í avmarkaða tíð. Vit ynskja, at tú byrjar 1. septembur 2025 og kunnu bjóða tær starv til 31. desembur 2026.
Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.
Soleiðis søkir tú
Ynskir tú at vera við á liðnum, send umsókn við prógvum, viðmælum og lívsrensli til [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 29. juni 2025.
Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Andras Kjartansson Thomassen, [email protected] ella tel. 29 19 59.