Fult umfar í Betrideildini hjá kvinnum varð spælt sunnudagin, og við 3-1 sigri á NSÍ blandar HB seg nú upp í oddastríið


Níggjunda umfar í Betrideildini hjá kvinnum hevur verið á skránni um vikuskiftið, og nú tveir triðingar av grundspælinum eru farnir afturum, er rættuliga tætt millum fremstu liðini.

Í Gundadali vann HB 3-1 á NSÍ, og á Dungasandi vann Víkingur 3-0 á 07 Vestur. Á Djúpumýru í Klaksvík varð B36 sent heim við einum 9-0 tapi, og undir Mýruhjalla vann Skála 8-0 ímóti FC Hoyvík.

Úrslitini hava við sær, at NSÍ framvegis er fremst, men nú byrjar at tátta í. Eftir níggju dystir hava runavíkskvinnur 24 stig, KÍ hevur 21 stig, meðan HB og Víkingur eru á 3. og 4. plássi við 19 stigum hvør.

Komandi vikuskiftið er 10. umfar á skránni. Fríggjakvøldið spæla Skála og 07 Vestur undir Mýruhjalla, og leygardagin møtast NSÍ og FC Hoyvík. Sunnudagin verður grannauppgerð í Gundadali millum B36 og HB, og í Sarpugerði fær Víkingur vitjan av KÍ.

Stigatalva og leikskrá