Øll, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í ár, og sum ætla at skifta felag, skulu fáa hetta avgreitt í seinasta lagi í dag, fríggjadagin 14. mars klokkan 16:00. Tá letur flytingarvindeygað í Føroyum nevniliga aftur á hesum sinni

——————

Eftir at hava verið opið í smáar tveir mánaðar, letur flytingarvindeygað hjá Fótbóltssambandi Føroya aftur í dag, fríggjadagin 14. mars klokkan 16:00.

Tað merkir, at øll, kvinnur og menn, gentur og dreingir, ið vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar 2025, og sum ætla at skifta felag, skulu fáa hetta avgreitt, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur.

Í 2020 vórðu reglurnar í sambandi við flytan av spælarum millum feløg annars broyttar. Áðrenn tað var flytingarvindeygað bara galdandi fyri spælarar, ið vóru sáttmálabundnir. Men seinastu fimm árini hava hesar reglur verið galdandi fyri øll, gentur og dreingir, kvinnur og menn, sum vóru fylt 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.

Síðsta freist at flyta millum feløg í hesum umfarinum er tískil í dag, fríggjadagin 14. mars 2025 klokkan 16:00.

Í summar letur føroyska flytingarvindeygað upp aftur, og verður tá opið frá mánadegnum 16. juni til hósdagin 17. juli klokkan 16:00.