1. Inngangur
KAPPINGARREGLUR fyri Old Boys, Old Girls og yngru deildirnar
Við heimild í § 1, stk. 3 í Kappingarreglum fyri Fótbólt, hevur Kappingarnevndin gjørt niðanfyri standandi reglur.
§ 1. Allir dystir í lands- og steypakappingini í fótbólti í Old Boys, Old Girls og yngru deildunum upp til og við Dreingir U21, Gentur U16, verða leiktir eftir hesum reglum.
Stk. 2. Um einki er tilskilað í hesi reglugerð, eru tær til einhvørja tíð galdandi kappingarreglur fyri fótbólt hjá Fótbóltssambandi Føroya galdandi.
———
2. Skipan av kappingum og aldursmark
§ 2. Landskappingin verður skipað soleiðis:
A. Old Boys:
Fyri at kunna luttaka í Old Boys 1, skal viðkomandi leikari vera fyltur 35 ár 1. januar í kappingarárinum og ikki hava leikt fleiri enn 3 dystir tilsamans í kappingarárinum í Meistaradeildini,1. ella 2. deild hjá monnum.
Fyri at kunna luttaka í Old Boys 2, skal viðkomandi leikari vera fyltur 45 ár 1. januar í kappingarárinum og ikki hava leikt fleiri enn 3 dystir tilsamans í kappingarárinum í Meistaradeildini,1. ella 2. deild hjá monnum.
B. U21 menn:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 21 ár 1. januar í kappingarárinum, men vera fyltur 16 ár.
D. U18 dreingir:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 18 ár 1. januar í kappingarárinum.
U16 gentur:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikara ikki vera fyltur 16 ár 1. januar í kappingarárinum.
E. U15 dreingir:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 15 ár 1. januar í kappingarárinum.
F. U13:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari ikki vera fyltur 13 ár 1. januar í kappingarárinum.
G. U11:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki vera fyltur 11 ár 1. januar í kappingarárinum.
H. U9:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki vera fyltur 9 ár 1. januar í kappingarárinum.
I. U8:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki verða fyltur 8 ár 1. januar í kappingarárinum.
J. U7:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki vera fyltur 7 ár 1. januar í kappingarárinum.
K. U6:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal leikari ikki vera fyltur 6 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum.
L. Old Girls:
Fyri at kunna luttaka í kappingini, skal viðkomandi leikari vera fyltur 35 ár 1. januar í kappingarárinum og ikki hava leikt fleiri enn 3 dystir í kappingarárinum í Meistaradeildini hjá kvinnum.
Stk. 2. Kappingarnevndin kann fyri yngru deildirnar U17 og niðureftir, geva undantak frá setta aldursmarkinum í stk. 1, um leikarin ber brek ella har aðrar serligar orsøkir eru, sum er váttaðar av serkønum persóni. Leikarin skal tó verða verða føddur í árinum fyri aldurmarkið til viðkomandi deild. Umsókn um hetta, skal verða latin skrivstovu FSF´s saman við váttanini frá tí serkøna persóninum, ið hevur mett um brek ella aðrar serligar umstøður hjá leikaranum.
Stk. 3. Kappingarnevndin kann geva undantaksloyvi til ov gamlar leikarar at leika í lægri deild:
a) Um søkt verður um undantaksloyvi til ein leikara, skal leikarin verða føddur eftir 1. august fyri aldursmarkið í stk. 1.
b) Um søkt verður um undantaksloyvi fyri tveir leikarar, skal annar teirra verða føddur eftir 31. oktobur fyri aldursmarkið í stk. 1.
Ásetingarnar í litra a og b eru galdandi fyri kappingar á heilum vølli fyri deildirnar U15 dreingir, U16 gentur og U18 dreingir.
Í teimum deildum, har leikt verður á hálvum vølli ella minni, kann í mesta lagi ein leikari við undantaksloyvi vera knýttur at hvørjum liði. Um eitt felag hevur fleiri lið í somu deild, kann felagið fáa játtað eitt undantaksloyvi til hvørt lið. Tó kunnu í mesta lagi tvey undantaksloyvi verða í gildi samstundis fyri sama felag í somu deild.
Um talan er um undantak til fleiri enn tveir leikarar í hvørjari deild, ella fyri leikara, ið ikki lýkur treytirnar í stk. 2 og 3, verður víst til vegleiðing um undantaksloyvi til ungar leikarar.
Stk. 4. Kappingarnevndin kann í serligum føri loyva undantak til ov ungar leikarar til U21 dreingir , verður víst til vegleiðing um undantaksloyvi til ungar leikarar.
Umsókn um hetta, skal verða latin skrivstovu FSF´s í seinasta lagi áðrenn seinni flytingargluggin letur aftur.
———
3. Leiktíðin
§ 3. Í lands- og steypakappingum er leiktíðin henda:
Old Boys (+35 og +45) 2 x 15 min. (tó í mesta lagi 100 min. sama dag)
Old Girls 2 x 15 min. (tó í mesta lagi 100 min. sama dag)
U21 menn 2 x 45 min.
U18 Dreingir 2 x 45 min.
U16 Gentur 2 x 40 min.
U15 Dreingir 2 x 40 min.
U13 Gentur og Dreingir 2 x 15 min. (tó í mesta lagi 90 min. sama dag)
U11 Gentur og Dreingir 2 x 15 min. (tó í mesta lagi 90 min. sama dag)
U8/U9 Gentur og Dreingir 1 x 15 min. (tó í mesta lagi 80 min. sama dag)
U7 Gentur og Dreingir 1 x 10 min. (tó í mesta lagi 60 min. sama dag)
Allar kappingar á ½ vølli:
a) 2 x 15 min. (upp til 3 dystir)
b) 2 x 10 min. (fleiri enn 3 dystir).
U11, U9, U8, U7 og U6, 2 x 10 min.
Galdandi fyri allar kappingar hjá U11, U9, U8 og U7:
a) 2 x 10 min. (upp til 3 dystir)
b) Um leiktir verða fleiri enn 3 dystir, so verður leiktíðin stytt samsvarandi økta talinum av dystum.
Stk. 2. Um ivamál eru í leiktíðunum, er tað heimafelagið, sum tekur endaligu avgerðina, tó í samráð við Kappingarnevndina.
Stk. 3. Stendur eftir vanliga leiktíð á jøvnum í finaludysti í lands- ella steypakappingini, verður umdystur leiktur, og er leiktíðin tá henda:
Old Boys 2 x 5 min.
Old Girls 2 x 5 min.
U21 dreingir 2 x 15 min.
U18 dreingir 2 x 15 min.
U16 Gentur 2 x 10 min.
U15 dreingir 2 x 10 min.
U15 gentur 2 x 10 min.
U13 dreingir 2 x 5 min.
U13 gentur 2 x 5 min.
§ 4. Vinnarin í teimum ymisku deildunum fær hetta heitið:
Old Boys – Føroyameistari
Old Girls – Føroyameistari
U21 menn – Føroyameistari
U18 dreingir – Føroyameistari
U15 dreingir – Føroyameistari
U16 gentur – Føroyameistari
U13 gentur – Føroyameistari
§ 5. Leikarar í U18 dreingjum, ið lúka treytirnar fyri at luttaka í kappingini hjá U21 monnum og í vaksnamannadeildini, kunnu leika tveir dystir sama leikdag.
Stk. 2. Leikarar í U15 dreingjum, sum fylla 15 ár í kappingarárinum, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U15 dreingjum og hin í U18 dreingjum.
Stk. 3. Leikarar í U16 gentum, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U16 gentum og hin í kvinnum. Leikari í Meistaradeildini hjá kvinnum skal fylla 16 ár í kappingarárinum og leikari í 1. deild kvinnum skal vera 15 ár.
Stk. 3. Leikarar í U13 gentum, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U13 gentum og hin í U16 gentum
Stk. 4. Leikarar í U13, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U15 og hin í U13.
Stk. 5. Leikarar í U11, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U13 og hin í U11.
Stk. 6. Leikarar í U9, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U11 og hin í U9.
Stk. 7. Leikarar í U8, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U10 ella U9 og hin í U8.
Stk. 8. Leikarar í U7, kunnu leika tveir dystir sama leikdag, annan í U9 ella U8 og hin í U7.
Stk. 9. Luttekur felag við meira enn einum liði innan somu deild, verður flyting at fara fram á sama hátt sum millum hægri og lægri deild, eins og ásett í § 8 í Kappingarreglum fyri fótbólt.
Liðini skulu tá nevnast í bókstavarøð, soleiðis at A-liðið verður at rokna sum tann hægra deildin og B-liðið sum tann lægra deildin, og verður hildið soleiðis fram alt eftir, hvussu nógv lið luttaka í somu deild.
Stk. 11.Eykamaður, sum kemur inn í dysti, verður, hvat ið niðurflyting viðvíkur, at rokna sum vanligur leikari á viðkomandi liði.
Stk. 12. Tað er bert loyvt leikara at leika ein dyst hvønn leikdag, sí tó undantøkini í § 5. Viðvíkjandi leikdøgum verður víst til Kappingarreglur fyri Fótbólt.
———
4. Vøllurin
§ 6. Kappingarnar í U21 og niðureftir verða skipaðar við fylgjandi vallarstøddum:
U21 Dreingir leika á heilum vølli.
U18 Dreingir spæla á heilum vølli
U16 Gentur spæla á heilum vølli
U15 Dreingir spæla á heilum vølli ella kapping á hálvum vølli
U13 Gentur og Dreingir spæla á hálvum vølli
U11 Gentur og Dreingir spæla á 1/4 vølli
U8/U9 Gentur og Dreingir spæla frá stongini til síðulinjuna x 18,5 metrar
U7 Gentur og Dreingir spæla frá stongini til síðulinjuna x 18,5 metrar
———
5. Dómarar
§ 7. Fyri at døma í U18 dreingir og U16 gentur, skal viðkomandi dómari í minsta lagi, hava lokið “byrjunar-dómaraprógv”.
Stk. 2. Hjálpardómarar eru ikki eitt krav í deildini U15.
———
6. Dómarakort og leikaraváttan
§ 8. Í yngru deildunum skal COMET skipanin brúkast í staðin fyri dómarakort og leikaraváttan.
Stk. 2. Leikaralistin skal verða gjørdur í COMET skipanini, áðrenn dystur verður leiktur.
Stk. 3 Loyvt er í mesta lagið at hava 5 venjarar ella leiðarar á bonkinum.
Stk. 4. Úrslit frá dystum og kappingum seinastu vikuna, skulu verða skrásett í COMET skipanini seinast kl. 24:00 mánakvøld eftir.
———
7. Bóltar og vestar
§ 9. Bólturin skal hava hesar støddir:
Old Boys, Old Girls, U21 menn, U18 dreingir, U16 gentur og U15 dreingir: bóltstødd nr. 5.
U13 og U11: bóltstødd nr. 4.
U9, U8, U7 og U6: bóltstødd nr. 3.
Stk. 2. Tað liðið, sum leikar á heimavølli, skal útvega dystarbólt, tiltaksbóltar og vestar.
———
8. Dysturin
§ 10. Tað er í mesta lagi loyvt at hava fylgjandi tal av leikarum á hvørjum liði, íroknað ein málverja:
U21 monnum, U16 gentur, U18 dreingir og U15 dreingir : 11 leikarar.
U15 dreingir og U16 gentur á ½ vølli: 7 leikarar.
U13 á ½ vølli: 8 leikarar.
U11 á ¼ vølli: 7 leikarar.
U9, U8, U7 og U6: 4 leikarar.
Í hinum deildunum á ½ vølli: 7 leikarar.
Stk. 2. Tað er í mesta lagi loyvt at hava fylgjandi tal av skiftisleikarum á hvørjum liði:
Í deildunum á heilum vølli: 5 skiftisleikarar, ella tilsamans 16 leikarar í hópinum.
Í dystum á 2/3 vølli: 4 skiftisleikarar
Í U15 á ½ vølli: 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 10 leikarar í hópinum.
Í U13 á ½ vølli: 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 11 leikarar í hópinum.
Í U11: 3 skiftisleikarar, ella tilsamans 10 leikarar í hópinum.
Í U9, U8, U7 og U6: 2 skiftisleikarar, ella tilsamans 6 leikarar í hópinum.
Í hinum deildunum á hálvum vølli er loyvt at hava fimm skiftisleikarar, ella tilsamans tólv leikarar í hópinum.
Eykaleikararnir hava allir loyvi at koma inn í sama dysti, tvs. leikarar kunnu skiftast út allan dystin, sonevnd flúgvandi útskifting. Dómaranum skal boðast frá, tá ið nýggjur leikari kemur inn á vøllin.
Um felag ikki hevur skrásett eykaleikarar at koma inn í dysti í Comet skipanini, verða allir eykaleikarar roknaðir fyri at hava spælt.
Stk. 3. Útskifting av leikarum fer fram á miðjum vølli úti við bak- ella síðulinju.
Stk. 4. Fríspark verður dømt fyri brot, gjørt eins og í vanligum dysti. Á ½ vølli og minni kunnu fríspørk skjótast beinleiðis í mál.
Stk. 5. Um leikt verður á heilum vølli er loyvt at hava fimm skiftisleikarar, ella tilsamans sekstan leikarar á sama dómaraseðilin, og hava allir loyvi at koma inn í sama dysti, t.v.s. leikarar kunnu skiftast út allan dystin, sonevnd flúgvandi útskifting. Dómaranum skal boðast frá, tá ið nýggjur leikari kemur inn á vøllin.
Um felag ikki hevur skrásett eykaleikarar at koma inn í dysti í Comet skipanini, verða allir eykaleikarar roknaðir fyri at hava spælt.
Stk. 6. Málspark verður skotið inni í málteiginum. Í U6, U7, U8, U9 og U11 kann málmaður velja at kasta bóltin í staðin fyri at taka málspark, eins og viðleikari kann spæla málmannin. Tá málspark verður tikið, skulu mótstøðuleikarar verða minst 8 metur frá.
Stk. 7. Um leikt verður á ½ vølli ella minni, verður brotsspark dømt fyri brot, gjørt inni í málteiginum eins og í vanligum dysti, Á ½ vølli verður brotsspark skotið 8 metur út frá miðjuni á málinum. Um leikt verður á minni vølli, verður brotsspark skotið 5 metur út frá miðjuni av málinum.
Allir leikarar, uttan hann, ið skal skjóta brotssparkið og málverjin, skulu vera uttan fyri málteigin, tá ið skotið verður.
Stk. 8. Um leikt verður á ½ vølli ella minni, verður hornaspark skotið av mállinjuni í minsta lagið 10 metur frá næstu málstong. Um frástøðan frá málstongini er minni enn 10 metur, verður hornaspark tikið, har síðulinja og baklinja møtast. Fyri U6, U7, U8, og U9 skulu mótstøðuleikarar vera minst 5 metur frá bóltinum. Har leikt verður á 2/3 vølli, ½ ella ¼ vølli, skulu mótstøðu leikarar vera minst 8 metur frá bóltinum.
Stk. 9. Reglurnar um rangstøðu og málmansreglurnar verða ikki nýttar í dysti á ½ vølli ella minni, tó er ikki loyvt at skjóta málspark beinleiðis til málmannin. Í U11 og eldri, er ikki loyvt málmanni at taka bóltin upp í sambandi við afturlegging.
Stk. 10. Tá leikt verður á ½ og á ¼ vølli skulu málini verða 5m long og 2m høg. Tá leikt verður á minni vølli, skulu málini verða 3m long og 1,5m høg.
§ 11. Vunnin dystur gevur 3 stig. Javnleikur 1 stig.
§ 12. 31. august í kappingarárinum er seinasti dagur at loyvt er at skifta millum feløg hjá leikarum, sum ikki eru fyltir 15 ár innan 1. januar í kappingarárinum.
Leikarar, sum eru fyltir 15 ár áðrenn 1. januar í kappingarárinum, kunnu bert flyta felag, meðan flytingargluggin er opin. Sí § 17 í Kappingarreglum fyri fótbólt.
§ 13. Um lið standa á jøvnum í landskappingini, verður raðfylgjan hendan:
a) Stendur á jøvnum í stigum, er uppmøtingin til dystir avgerandi
b) Stendur á jøvnum eftir a), eru stig í innanhýsis dystum avgerandi;
c) Stendur á jøvnum eftir a ) og b) er samlaði málmunurin avgerandi;
d) Stendur á jøvnum eftir a), b) og c), er tað liðið fremst, sum hevur skotið flest mál.
§ 14. Fyri liðini í leika vikuskiftiskappingar hjá U13 og lægri deildum er galdandi, at um lið kemur afturút við 3 málum, kann mótstøðuliðið seta inn ein eykaleikara, sum verður tikin útaftur, tá munurin minkar.
Er munurin 6 mál, kann mótstøðuliðið seta inn ein eykaleikari afturat, sum verður tikin útaftur, tá munurin minkar.
Hesar reglur umfata ikki dystir, sum telja við í møguligari FM- ella steypakapping.
Dómaranum skal boðast frá, tá ið nýggjur leikari kemur inn á vøllin.
§ 15. Venjarar, eykaleikarar og áskoðarar skulu ikki halda til aftanfyri málini, meðan dystur verður leiktur. Mælt verður til, at áskoðarar heldur ikki eru innanfyri girðingina, tá dystur verður leiktur.
———
9. Gildiskoma
§ 16. Henda reglugerðin er samtykt av Kappingarnevnd FSF´s og kemur í gildi í 28. februar 2026.




