Páll Andrasson Klettskarð hevur givið avboð til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia. Í hansara stað hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein, sent boð eftir Jørgeni Nielsen úr Víkingi
——————
Seinnapartin mánadagin fór føroyska manslandsliðið undir fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystirnar móti Kasakstan, Moldova og Slovakia.
Men tað verður tó uttan Páll Andrasson Klettskarð. KÍ-áleyparin hevur ein minni skaða at dragast við og hevur tí verið noyddur at geva avboð til landsliðsuppgávurnar, ið hesaferð standa fyri framman.
Í hansara stað hevur landsliðsvenjarin, Eyðun Klakstein úttikið Jørgen Nielsen úr Víkingi.
Føroyar skulu spæla fýra UEFA Nations League-dystir í tíðarskeiðnum frá 26. septembur til 6. oktobur. Fyrsti dystur er á Tórsvølli móti Kasakstan leygardagin 26. septembur, áðrenn føroyska liðið fer til Moldova, har spælt verður 29. septembur.
Síðani kemur Slovakia á vitjan á Tórsvølli 2. oktobur, og seinasti dysturin í hesum umfarinum verður á útivølli móti Kasakstan 6. oktobur.
Atgongumerki til heimadystirnar fáast til keyps í nethandlinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.
