Hósdagin 14. juni var seinasti felagsfundur fyri teir 17 luttakararnar, ið hava verið á B4-venjaraskeið
B4-skeiðið er seinasti partur av B-venjaraútbúgvingini og gevur luttakarunum rætt til at fara upp til próvtøku í B-venjaraútbúgvingini. Hendan próvtøka verður fyrstu vikuskiftini í september.

Skeiðið er ein samanrenning av ástøði/teori á felagsfundunum, og so supervisión í samband við venjing úti í feløgunum, har luttakararnir fáa tríggjar vitjanir av vegleiðara. Álvur Hansen, Jógvan Martin Olsen, Hans Mourits Foldbo, Bjørn Krog, Eli Hentze og Petur Simonsen hava verið eygleiðarar.

Fyrsti felagsfundur fyri teir 17 luttakararnar, ið hava verið á B4-skeiðnum, var 22. mars, og síðani tá hava íalt fýra skeið verið hildin í FSF-húsinum. Á seinasta fundinum hósdagin var evnið millum annað "Mental venjing", sum ein væl upplagdur Hans Fróði Hansen stóð fyri.


Hans Fróði Hansen

Annars eru tað Álvur Hansen, Áki Johansen, Sigfríður Clementsen, Eli Hentze og Petur Simonsen, ið hava havt ástøðiliga partin av B4-venjaraútbúgvingini, har innihaldið millum annað hevur verið "Fysisk venjing/puls-ur", "TactX forritið", "Taktiska venjing", "Hví spæla børn fótbólt", "Tilrættislegging av venjingarárinum", "Venjing við børnum og ungum" og "Hvat er ein góður venjari/góð venjing".


Aftara rað f.v.: Rúni Elttør, Undrið FF, Øssur Hansen, B68, Oddmar Andreasen, B68, Jens Kristian Hansen, B36, Sorin Anghel, EB/Streymur, Dan Petersen, ÍF, Petur Martin Hansen, KÍ, Rúni Petrsen, ÍF og Karl Maius Poulsen, KÍ.
Fremra rað f.v.: Ríkin N. Djurhuus, HB, Ken Bærentsen, ÍF, Jóhan Petur Poulsen, B68, Eyðun Rygshamar, ÍF, Ingi Jacobsen, B36 og Heðin Joensen, AB.
Á myndini vænta Magni á Lakjuni, B36, og Heðin M Augustinussen, FCS.