Nú er opið fyri tilmelding til Disney Playmakers, sum hesaferð verður boðið út í seks ymiskum støðum kring landið
5-6 ára gamlar gentur fáa nú aftur møguleika at ganga til vældámda “Disneyfótbóltin”, har søgugongdin úr Disneyfilminum Frozen 2 er reyði tráðurin í 8-10 venjingum. Yvirlit yvir venjingarstøð og -tíðir sæst niðast í greinini og leinki til tilmelding er her.
Í Føroyum hevur átakið nú tvey umfør á baki, og afturmeldingarnar hava sum heild verið sera jaligar. Eitt nú hava foreldur í eftirmetingini fortalt um gentur, sum við Playmakers bæði hava fingið størri sjálvsálit og áhuga fyri fótbólti. Og hetta er eisini júst í tráð við endamálið við átakinum.
– Í Playmakers leggja vit dent á lívsførleikar, rørsluførleikar og grundleggjandi bóltførleikar. Venjingarnar eru grundaðar á søguforteljing og rørsluspøl, sum taka útgangsstøði í tørvinum og førleikunum hjá gentum í hesum aldrinum, so tilboðið er snøgt sagt sniðgivið við tí endamáli at geva gentum eina góða byrjan upp á eitt langt lív í fótbólti ella ítrótti sum heild, sigur Christina Ravnsfjall, sum er Grassrootssamskipari og Playmakers instruktørur.
Talan er um eitt innanduratilboð til gentur, sum ikki hava roynt fótbólt áður. Orsøkin til, at júst óroyndi málbólkurin hevur fyrsta rætt til plássini er heilt einfalt, at venjingarnar eru gjørdar til gentur, ið ongar ella sera avmarkaðar royndir hava við skipaðum fótbólti, sigur Christina.
– Spølini og tilfarið sum heild er samansett fyri at geva gentunum eina góða byrjan uppá fótbólt, og tí kunnu royndar gentur ofta koma til at uppliva venjingarnar sum ov lítið avbjóðandi. Eisini síggja vit – bæði í Føroyum og í øðrum londum – at royndar gentur koma til venjingarnar við einari fatan ella væntan av, hvussu fótbóltsvenjingar “eiga” at vera, og so er tað ikki júst tað, sum Playmakers gevur teimum. Tí er greitt, at óroyndar gentur í heila tikið hava størri gleði av tilboðnum, sigur hon.
Allar gentur í aldrinum 5-6 ár (árg. 2019-2020) eru tó vælkomnar at melda seg til og luttaka í átakinum. Tó verður gjørt vart við, at í fall tað eru fleiri tilmeldingar enn pláss, so hava óroyndar gentur fyrsta rætt til luttøku. Kostnaðurin fyri luttøku er 200kr og tilmelding gongur fyri seg her.
Í heystumfarinum bjóða vit Playmakers út her:
Sundalagið (í samstarvi við EB/Streym)
Venjarar: Frida Gregersen og Rakul Magnussen
Hvar: Innandura við Margáir
Nær: sunnudagar kl. 10 – fyrsta venjing 28. september
Suðuroy
Venjarar: Elin Maria Müller og Rebekka Olsen
Hvar: Miðnámsskúlin í Hovi
Nær: mánadagar kl. 17 – fyrsta venjing 29. september
Havn (í samstarvi við HB)
Venjarar: Silja Ragnarsdóttir Trier og Ronja Ragnarsdóttir Trier
Hvar: Høllin í Finsen
Nær: týsdagar kl. 17 – fyrsta venjing 30. september
Gøtu (í samstarvi við Víking)
Venjarar: Lis Skoralíð og Mirjam Skoralíð
Hvar: Fimleikahøllin við Gøtugjógv
Nær: mikudagar kl. 17 – fyrsta venjing 1. oktober
Argir (í samstarvi við AB)
Venjarar: Paula N. Thomassen og Maria Neshamar
Hvar: Fimleikahøllin í Gulaskúla
Nær: hósdagar kl. 18 – fyrsta venjing 2. oktober
Klaksvík (í samstarvi við KÍ)
Venjarar: Lisa Joensen og Maria Ziskason
Hvar: fimleikahøllin á Skúlatrøð
Nær: