Skipað venjing er góð og týdningarmikil. Men tað óskipaða, fría spælið er minst líka týdningarmikið. Tí áttu myndugleikar og feløg at styrkt um umstøðurnar fyri tí frælsa, eksperimenterandi spælinum

——————

Seinasta vikuskiftið hendi tað aftur. Eg fylti bilin við børnum og bóltum í teirri vón at sleppa inn í eina av mongu hallunum í høvuðsstaðnum.
Men vei mær og mínum! Hallirnar vóru tómar – og stongdar. Av og á eru vit heppin, og smá og stór kunnu hugna sær í fleiri tímar við fríum spæli. Men ofta standa hesir stóru katedralarnir gapandi tómir, stongdir og sløktir. Í vikuskiftum og í ferium, tá eftirspurningurin eftir slíkum tilboðum er størri enn vanligt.

Samstundis hava býráðspolitikarar í høvuðsstaðnum skrivað upp í leypar av lesarabrøvum um innandura spæliland og annað gott fyri nógvar milliónir. Men eingin grettir orð um tað mest eyðsædda: at opna allar hallirnar, sum longu eru her. At syrgja fyri, at børn og ung hava betri atgongd til spæl og venjing í einum frælsum umhvørvi uttan vaksin, sum diktera og venjarar, sum bestemma. So kunnu pengarnir fara til annað mentanarvirksemi, sum hevur nógv minni játtan enn ítrótturin.

Ímillum skipaða venjing og frítt spæl
Herfyri las eg greinina ”Sport Activity in Childhood: Early Specialization and Diversification” í bókini ”Routledge Handbook of Talent Identification and Development in Sport”. Greinin snýr seg m.a. um javnvágina ímillum formliga, stýrda venjing øðrumegin og tað óformliga, spontana spælið hinumegin. Hóast tað er trupult at máta, hví summi koma langt og onnur ikki, so er boðskapurin sambært nýggjari gransking greiður: børn skulu hava góðar umstøður til frítt spæl, har tey sjálvi sleppa at eksperimentera og improvisera. At skapa fysiskar karmar fyri tí frælsa, spontana og innovativa spælinum mennir motivatión, drívmegi og autonomi hjá børnum og ungum á ein annan hátt. Her fáa tey høvið til at gera tað, sum tey ynskja sær, og her kemur drívmegin innanífrá. Í mun til stýrda venjing menna tey aðrar førleikar og fáa møguleikan at uppdaga, hvat tey tíma og duga allarbest. Tí eiga børn at fáa møguleikan til at íðka nógvan ymiskan ítrótt samstundis, so tey menna ymiskar motoriskar og mentalar førleikar, sum tey seinni fáa gagn av.

Okkara samtíð er annars eyðkend av tí mótsatta. Fleiri og fleiri ítróttagreinar seta størri og størri krøv til børnini í mun til bæði tíð og orku. Tað merkir, at børn (og teirra foreldur) fyrr í lívinum mugu velja og velja frá. Hetta er ein óheppin gongd. Gransking um elitu-ítrótt ber boð um, at tey, sum koma longst, ofta hava íðkað ymiskar ítróttagreinar og verið virknari í frælsum, eksperimenterandi aktivitetum. Fyri okkum fótbóltstossar er tað sjálvandi at fegnast um, at fleiri hallir (og vallir) eru í høvuðsstaðnum. Men í løtuni verða tær als ikki gagnnýttar til fulnar.

Í ár fari eg í holt við mítt fimta ár sum barnavenjari í B36. Eg byrjaði við U7 gentum og venji nú U7 dreingir. Sum so mong onnur bleiv eg einans venjari, tí eg átti børn í einum árgangi, sum manglaði venjara. Eg haldi, at tað er sunt fyri børn at koma út at brúka kroppin saman við øðrum børnum. Ikki minst í eini samtíð, har skermarnir hava gjørt innrás í øll heim og transformerað vaksin og børn til digitalar narkomanar. Eg trúgvi uppá, at ítróttur og kropsligur aktivitetur er mennandi fyri børn og ung bæði fysiskt, sosialt og kognitivt. Tað var nú ongantíð dreymurin at gerast tann nýggi John Klein – ein ikoniskur B36-venjari í hálvfemsunum – men eg eri sgu væl á veg, um eg ikki leggi annað skinn um bak!

Alt var ikki betri fyrr – men okkurt var
Nógv er broytt, síðani eg var barn. Í meðal eru fleiri venjarar per barn, og tilvitskan um happing er munandi styrkt. Feløgini leggja størri dent á trivnað og breidd heldur enn avrik og dystarúrslit (í øllum førum í skáltalum og forkromaðum visjónsætlanum). Venjararnir eru eisini betri útbúnir. Men vit eru langt aftanfyri t.d. Ísland, har at kalla øll feløg hava fleiri útbúnar barnavenjarar í fullum starvi. Í Føroyum eru tað framvegis glaðir amatørar, sum brúka sína frítíð at venja børn. Hesa uppgávuna hevur FSF als ikki megnað at lyft.

Men alt er ikki broytt til tað betra. Tá eg var drongur í hálvfemsunum, vóru bæði B36-húsið og HB-húsið savningarstøð fyri børn og ung. Borðtennis, toast og sunkist, borðfótbóltur og Premier League á stórskíggja á SkySports. Og vit sparkaðu. Og sparkaðu. Og sparkaðu. Og sparkaðu.

Tann formliga, stýrda venjingin var bert ein lítil partur av fótbóltsspælinum. Restin fór fram í skúlagarðinum, á spæliplássum ella í Gundadali. Allir komu ikki á besta liðið ella á A-landsliðið. Langt frá. Men meginparturin av tí, sum vit lærdu, lærdu vit í frítíðini. Og vit fingu ein førning fyri lívið.

Uttan at hava vísindalig hagtøl í skjáttuni er mín fatan, at tann formliga venjingin í dag fyllir nógv meiri, hóast talið av hallum og UEFA-vallum er økt munandi. Formlig venjing er tann parturin, sum tey vaksnu leggja til rættis, og børnini gera tað, sum tey verða biðin um at gera. Men Adrian Justinussen hevur ikki lært seg at skjóta fríspark í planlagdari venjing. Tað hevur hann lært seg í frítíðini. Okkara professionellu hondbóltsleikarar úr Hoyvík, sum nú nærkast heimselituni í bestu deildini í Svøríki, Danmark og Týsklandi, hava ikki lært at spæla hondbólt í skipaðari venjing einans. Nei, teir hava havt nærum óavmarkaða atgongd til lokalu høllina í grannalagnum (siga mínar keldur í Hoyvík).

Misskil meg ikki. Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at venjingarnar úti í feløgunum eru væl skipaðar og hava høga góðsku. Men feløg og myndugleikar kunnu gera nógv meiri fyri at styrkja tann partin, sum liggur uttanfyri formligu venjingina – ikki minst við at gagnnýta tær íløgur, sum longu eru gjørdar í nýggjar hallir.

Børn eru ikki smá vaksin
Sjálvur kenni eg meg eisini sekan. Tá kappingarárið 2020 endaði í heyst, ætlaði eg at taka ein vetrarsteðg. Sonurin, sum eg venji, íðkar bæði fimleik og hondbólt afturat fótbóltinum. Men fleiri foreldur ynsktu ikki nakran steðg, tí teirra barn vandi bara fótbólt. Fínasta slag, hugsaði eg. Løturnar í Gundadali saman við 20-30 rennandi og spælandi dreingjum eru meiningsfullar og lívsjáttandi, hóast eg havi eina afturvendandi kenslu av, at venjingarnar kundu verið betri.

Men kanska hevði ein steðgur verið betri, so dreingirnir fingu betri tíð til annan ítrótt. Kanska kundu venjingarnar verið fjølbroyttari. Kanska skuldu vit venjarar oftari givið børnunum hvør sín bólt og eggjað til fríari spæl – í tann mun tað ber til. Kanska skuldu vit onkuntíð farið inn í plantasjuna at klatra ella spælt krógva og blunda. Kanska er ikki neyðugt at spæla dyst hvørja ferð. Kanska hava vit lyndi til at gloyma, at vit venja børn og ikki vaksin.

Allir venjarar ynskja at vinna. Og sjálvur eri eg eitt devulsbesett kappingarmenniskja út í fingraspíssarnar. Men kynstrið hjá einum og hvørjum venjara er at anda inn og spyrja seg sjálvan: eru leikararnir her fyri meg? Ella eri eg her fyri tey? Er tað eg, sum skal vinna ein dyst ella eina kapping? Ella er mín lutur at menna børn í breiðari merking?

Eg vóni, at fleiri feløg fara at skapa karmar fyri, at felagshúsini aftur gerast attraktiv støð hjá børnum og ungum. Uttan skermar og Playstation – men við hópin av bóltum, málum og aðrari útgerð til taks. Og sjálvandi skulu ábyrgdarfull vaksin vera til staðar, so foreldur kenna seg trygg. Eg vóni eisini, at mín kommuna og aðrar kommunur í størri mun fara at opna hallirnar – t.d. í vikuskiftum og ferium – so børn og ung fáa betri atgongd til frítt spæl. Tað krevur sjálvandi samskipan og umsjón. Men Tórshavnar kommuna hevur kanska ráð til nakrar eyka tímalønir á eini fíggjarlóg upp á eina milliard krónur.

Soleiðis fáa vit breiddina at trívast. Soleiðis geva vit okkara børnum eina góða barlast. Og soleiðis fáa vit eisini úrmælingarnar at blóma.

Keldur
Kamuk Storm, Louise. Talentudvikling eller talentafvikling. Institut for Idræt og Biomekanik, Syddansk Universitet. Leinkja: https://www.sdu.dk/-/media/files/om_sdu/institutter/iob/forskningsenheder/lets/talentudvikling/louise_kamuk_storm_talentudvikling_eller_talentafvikling.pdf
Ford & Williams (2017). Sport activity in childhood: Early specialization and diversification. In Baker, Cobley, Schorer, & Wattie (eds.) Routledge Handbook oftalent identification and development in sport.Oxon: Routledge. s. 117-133.
Gorman & Renshaw (2017). Applied motor learning: Optimal environments for successful development. In Baker, Cobley, Schorer, & Wattie (eds.) Routledge Handbook oftalent identification and development in sport.Oxon: Routledge. s. 312-325.
Storm, L. K., Henriksen, K., & Christensen, M. K. (2012). Specialization pathways among Danish elite athletes: A look at the developmental model of sport participation from a cultural perspective. International Journal of Sport Psychology.Baker, J. (2003): Early Specialization in Youth Sport: a requirement for adult expertise? High Ability Studies, 14, 1, 85-94
Côté, J., Lidor, R., & Hackfort, D. (2009). ISSP position stand: To sample or to specialize? Seven postulates about youth sport activities that lead to continued participation and elite performance. International Journal of Sport and Exercise Psychology,7-17.