Tað vera KÍ og HB, ið skulu spæla ársins steypafinalu hjá kvinnum, og í minnu steypakappingini hjá kvinnum møtast FC Hoyvík og B36. Báðar finalurnar verða á Tórsvølli leygardagin 27. septembur


Um vikuskiftið vóru seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum á skránni. Á Djúpumýru í Klaksvík tók KÍ ímóti Skála, og í Gundadali hevði HB vitjan av Víkingi.

Undan dystunum høvdu KÍ og HB annars spælt seg í eina góða støðu. Í fyrru hálvfinaluni vunnu klaksvíkskvinnur 3-1 á útivølli móti Skála, meðan fyrri dysturin millum Víking og HB endaði við tryggum 3-0 sigri til HB.

Og KÍ lat ongan iva vera um, at tær ætlaðu sær í finaluna. Úrslitið á Djúpumýru í gjár gjørdist 7-0 til heimaliðið. Tóra Mohr skoraði trý mál, Durita Hummeland stóð fyri tveimum málum, meðan Tórunn Højgaard Joensen og Maria Vinjardsdóttir Johansen fingu hvør sítt.

Í Gundadali hinvegin kom spenningur í, tá Hanna Højgaard legði Víking á odda tá ein stórur hálvur timi var spældur. Men nærri komu tær ljósabláu ikki, og so tryggjaði HB sær hitt finaluplássið.

Í minnu steypakappingini hjá kvinnum verður finalan millum FC Hoyvík og B36. Í hálvfinalunum vunnu hoyvíkskvinnur samanlangt 5-3 á FC Suðuroy, meðan B36 vann samanlagt 4-1 á ÍF.

Steypafinalurnar hjá kvinnum verða báðar spældar á Tórsvølli leygardagin 27. septembur. Klokkan 14:30 møtast FC Hoyvík og B36, og klokkan 19:00 fara KÍ og HB á vøllin.