Nú nærkast endin á hesum umfarinum av Disney Playmakers venjing, har 5-6 ára gamlar gentur spæla seg ígjøgnum søgugongdina í Disneyfilminum Frozen 2


Kavaveðrið hóskar so sera væl til Playmakers í hesum døgum, tí genturnar kring landið nærkast nú endanum á søguni Frozen 2, har tær spæla bóltspøl við útgangsstøðu í vælumtóktu søguni um systrararnar Elsu og Annu og kavamannin Olaf. Playmakers er eitt heilt øðrvísi tilboð til gentur í yngsta aldursbólkinum, har søguforteljing verður brúkt at menna rørslu-, bólt- og lívsførleikarnar hjá luttakarunum.

Átakið er enn nokkso nýtt í Føroyum, og serliga í høvuðsstaðnum er undirtøkan ómetaliga góð. Í hesum umfarinum verður Playmakers boðið út í Havn, á Argjum, í Gøtu og í Klaksvík og tilsamans eru 63 gentur við til venjingarnar.

Niðanfyri síggjast myndir frá venjingum í Havn og í Gøtu, og tær vísa bara væl stuttleikan og samansjóðingina, sum er í hæddini, tá genturnar venja.

Disney Playmakers verður aftur á skránni í vár og tá fara venjingarnar at fylgja søgugongdini úr stuttliga og flotta filminum Encanto, sum snýr seg um Mirabel og gandakendu Madrigal familjuna. Feløg, sum ynskja at bjóða Playmakers út í sínum øki, kunnu altíð venda sær til Fótbóltssambandið og frætta meira um átakið.

Myndir: Jóhanna Thomsen, FSF