Starvið sum tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya er leyst at søkja. Freistin er sunnudagin 10. august 2025


Fótbóltssamband Føroya (FSF) søkir við hesum ein framskygdan leiðara at standa á odda fyri fótbóltsmenningini í Føroyum.

Tekniski stjórin er ítróttarligur leiðari í FSF og skal tryggja, at okkara landslið, leikarar, venjarar og feløg hava bestu møguleikar at hepnast í framtíðar avbjóðingum. Høvuðsuppgávan hjá tekniska stjóranum er at skipa og leiða fótbóltsdeildina hjá FSF samsvarandi yvirskipaðu strategi felagsins og viðkomandi menningarskipanum hjá UEFA og FIFA.

Fótbóltsdeildin hjá FSF telur átta starvsfólk og virksemi umfatar landsliðsfótbólt, leikaramenning, venjaraútbúgvingar og ítróttargransking. Starvið krevur tí sterkan fótbóltskunnleika, strategiska hugsan og førleikan at leiða og samansjóða eitt fjølbroytt tekniskt toymi.

Savnandi eginleikin er grundleggjandi, tá tekniski stjórin hevur høvuðsábyrgd av at tryggja menningina av øllum fótbóltsleikarum í Føroyum frá grasrótarstigi til úrvalsleikarar. Hóast flestu starvsuppgávurnar eru beinleiðis tengdar at virksemi hjá FSF, er tó grundleggjandi neyðugt, at tekniski stjórin er aktivur í menningini av ungdómsfótbóltinum í øllum Føroyum og tí hevur tætt samband við feløgini og ungdómsvenjarar kring landið.

Uppgávurnar
– Leiðsla av fótbóltsdeildini
– Ítróttarliga ábyrgd av landsliðum, herundir setanarviðurskifti hjá ungdóms-landsliðsvenjarum
– Skipan av leikaramenning
– Skipan av venjaraútbúgving samsvarandi UEFA Coaching Convention
– Viðvirka til menning av feløgum
– Faklig ráðgeving til FSF umsitingina
– Skrivari í útbúgvingar- og menningarnevndini
– Leiðsla og fyrisiting av UEFA Hattrick og FIFA Forward verkætlanum

Um teg
Vit ímynda okkum, at tú hevur…
– leiðsluroyndir og royndir við at leiða samansettum toymum
– evni til at hugsa strategiskt
– viðkomandi útbúgving innan fótbóltsvenjing ella ítrótt
– mennandi, savnandi og kveikjandi leiðslustíl
– góðar samskiftisførleikar í skrift og talu
– góðar fyrisitingarligar førleikar
– góð evni at røkja sambond og at samstarva við aðrar viðkomandi myndugleikar og áhugapartar

Tað er fyrimunur, um tú hevur royndir sum fótbóltsleikari, fótbóltsvenjari og/ella sum venjarainstruktørur.

Um FSF
FSF er fótbóltsins samband og okkara aðalmál er, at fótbóltur er fyri øll – Alt árið – Alt lívið. Vit arbeiða við nærlagni og eldhuga fyri, at tað skal vera lætt hjá øllum at spæla fótbólt – uttan mun til kyn, aldur ella førleikar. Á henda hátt verður tryggjað, at vit bæði virka fyri teimum góðu úrslitunum, samstundis sum vit við røttum ítróttaranda fremja rørslu og fólkaheilsu við sannføring um, at fótbóltur borgar fyri gleði, trivnaði og felagsskapi.

Løn og setanartreytir
Talan er um fulltíðarstarv, og vit ynskja, at tú byrjar 1. oktobur 2025.

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu, grundað á útbúgving og royndir.

Soleiðis søkir tú
Ynskir tú at vera við á liðnum, send so umsókn við prógvum, viðmælum og lívsrensli til [email protected] í seinasta lagi sunnudagin 10. august 2025.

Um tú hevur spurningar í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kristin Dam Ziska, aðalskrivara, tel. 291968 ella [email protected].