Eftir eina sera væleydnaða byrjan fyrsta árið, eru fyrireikingarnar til annað umfar av Disney Playmakers nú byrjaðar


131 luttakandi gentur í átta ymiskum støðum í Føroyum og avbera góð skoðsmál frá foreldrum.

Fyrsta árið við Disney Playmakers fótbólti í Føroyum eydnaðist sum heild ómetaliga væl, og nú hava feløg og onnur aftur møguleikan fyri at gerast partur av átakinum.

– Við Playmakers kunnu vit geva gentum í 5-6 ára aldri eina øðrvísi og ótrúliga stuttliga byrjan uppá fótbólt, har vit sameina sosialar førleikar, rørslu og grundleggjandi bóltførleikar í venjingum, sum fylgja søgugongdini úr Disneyfilmum, sigur Maria Ziskason, sum samskipar føroysku útgávuna av átakinum.

Hon greiðir frá, at átakið er útbreitt í flestu UEFA limalondunum, og at fyrstu føroysku royndirnar eru sera jaligar.

– Vit kunnu vísa á nógvar góðar afturmeldingar, bæði frá gentunum sjálvum, foreldrunum og venjarunum, sum bjóða tilboðið út kring landið. Um tveir triðingar av gentunum eru nú virknar í skipaðum U7 fótbólti, og næstan helvtin av teimum svara í eftirmetingini, at Playmakers er ein stór orsøk til, at gentan nú gongur til fótbólt, sigur Maria.

Leggja ein nýggjan film afturat
Venjingarnar í Playmakers fylgja søgugongdini úr einum Disneyfilmi, og í fyrsta umfari er talan um filmin Frozen 2, har systrarnar Elsa og Anna hava høvuðsleiklutirnar. Í næstum verður filmurin Encanto lagdur afturat átakinum, soleiðis at føroyskar gentur nú eisini fáa møguleika fyri at venja í søguni um Mirabel og gandakendu familjuna Madrigal.

– Søguforteljingin í venjingunum er eitt stuttligt og sera sterkt amboð, sum gevur gentunum møguleika fyri at spæla seg ígjøgnum tey tingini, sum vit royna at læra tær. Frozen er sera væleydnað og er eisini ein søga, sum genturnar kenna sera væl frammanundan, og nú fáa vit so eisini Encanto á føroyskum. Tað er ein heilt onnur søga, men hon inniheldur eisini nógvar stuttligar og læruríkar smálutir, sum genturnar kunnu spegla sær í og læra av – bæði í mun til lívsførleikar og fjølbroytta rørslu, sigur Maria.

Fyrireika nýtt umfar
Í løtuni eru fyrirekingarnar til komandi umfar í gongd, og tað inniber eitt nú at taka støðu til, hvar í landinum komandi umfar av Playmakers verður bjóðað út. Í hesum sambandi vísir Maria á, at tað stendur øllum føroysku feløgunum í boði at gerast partur av átakinum, men at hetta skal gerast í samskipan við FSF.

– Tilboðið skal bjóðast út innanfyri nakrar karmar, sum FSF er bundið til at virða og tí hava vit ein stóran samskipandi leiklut. Men vit ynskja sjálvsagt at breiða Playmakers so langt út um landið sum gjørligt, og tí frætta vit eisini fegin frá feløgum, sum ynskja at gerast partur av átakinum, sigur Maria.

Vilt tú hoyra meira um Playmakers? Her kanst tú hoyra innslag úr Góðan Morgun Føroyar, har greitt verður frá átakinum.

Vilja tit sum felag gerast partur av átakinum? Set tykkum í samband við Mariu Ziskason, samskipara á [email protected].