Ingi Jonhardsson og hinir víkingarnir leggja í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til steypafinaluna ímóti KÍ, sum verður á Tórsvølli fríggjakvøldið klokkan 19:00


– Vit eru spentir og hava góðar vónar. KÍ hevur ongan dyst tapt í ár, og teir ætla neyvan at tapa nú. Men vit ynskja at enda árið væl, og vónandi verður rómurin góður í Eysturkommunu fríggjakvøldið.

Tað sigur stinni vinstri bakkurin hjá Víkingi, Ingi Jonhardsson, tá FSF Varpið fekk orðið á hann áðrenn venjingina í Sarpugerði mikukvøldið.

Finalan í annaðkvøld er ein endurtøka av steypafinaluni í 2022. Tá vunnu ljósabláu víkingarnir ein tepran 1-0 sigur á KÍ.

Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

Kostnaðurin er 100 krónur fyri vaksin, og ókeypis fyri børn, 14 ár og yngri. Tó skal viðmerkjast, at hóast atgongumerki til børn er ókeypis, skulu hesi skrásetast í nethandilinum, og vísast við dyrnar.