Lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í steypakappingunum hjá U21, U18, U15 og U13 hjá dreingjum, og í steypakappingunum hjá U16 og U13 hjá gentum

——————

Hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í steypakappingunum í yngru deildunum.

Hjá dreingjunum var tað Christian Høgni Jacobsen, ið stóð fyri lutakastinum, meðan Jacoba Langgaard trekti lut hjá gentunum.

Yvirlit yvir allar steypakappingarnar sæst H E R

Mánakvøldið, aftaná dystin millum Víking og HB, verður lutakast um, hvussu spæla skal í fyrstu umførunum í kappingini um Løgmanssteypið hjá kvinnum og monnum.