Kroatia var ein ov stórur gloypibiti fyri føroyska landsliðið, og tískil glapp play-off møguleikin hesaferð. Eitt vónbrot, men kortini er Viljormur Davidsen errin um úrtøkuna av undankappingini
– Sum fótbóltsspælari trýr man alla tíðina upp á eitt gott úrslit, og tað gjørdu vit sjálvandi aftur hesaferð, og vit fóru heilt greitt eftir at vinna – í øllum føri einum stigi. Tað eydnaðist tíverri ikki, og tað eru vit vónbrotnir um.
– Men allíkavæl eri eg errin um tað, ið vit hava klárað hesa undankappingina. 12 stig og líka til síðsta dyst eru vit við í kappingini um at spæla okkum víðari til HM endaspælið.
Tað sigur Viljormur Davidsen, ið seinastu nógvu árini hevur verið ein av berandi kreftunum á landsliðnum, og sum fríggjakvøldið spældi A-landsdyst nummar 91 fyri Føroyar.
– Hetta hevur verið ein heilt ótrúliga spennandi tíð, og eg njóti hvørja løtu á landsliðnum. Tað, at umboða Føroya er uttan iva nógv tað størsta ein fótbóltsspælari kann røkka, og vónandi fer at bera til at koma upp ímóti 100 landsdystum. Livst so spyrt, sigur vinstri bakkurin við heimasíðuna hjá FSF.
Næst á skránni hjá Viljormi og manslandsliðnum er venjingardystur móti Kasakstan, sum verður spældur í Rovinj, ein býur í Kroatia, sum liggur út ímóti Adriatarhavinum, millum Italia og Kroatia.
Og við tí dystinum verður endaligt punktum sett fyri fótbóltsárinum – í øllum førum hjá teimum, sum spæla í heimligu kappingini.
– Árið hevur verið drúgvt, við nógvum dystum. Men hetta hevur eisini verið eitt stuttligt og spennandi ár, við nógvum góðum sigrum, og vit ætla okkum sjálvandi at enda fótbóltsárið væl, sigur Viljormur Davidsen.
Venjingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður týsdagin 18. novembur klokkan 17:00.




