Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava blandað kortini av nýggjum undan venjingardystinum móti Georgia. Á miðvøllinum fær Poul Kallsberg møguleikan og fær harvið sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum


Tað verður nærum eitt spildurnýtt landslið, ið venjararnir, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen senda á vøllin ímóti Georgia.

Nakrir av teimum eldru og royndu sita uttanfyri frá byrjan, meðan menn, sum ikki hava havt so stóran leiklut á landsliðnum seinastu dystirnar, eru ímillum teir fyrstu ellivu.

Teirra millum er Poul Kallsberg úr Víkingi, ið harvið fær sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum.

Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari, og Daniel Johansen. Á føroyska miðvøllinum vera Poul Kallsberg, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen og Hanus Sørensen, meðan Patrik Johannesen verður fremstur.

Á bonkinum sita Mattias Lamhauge, Ari Petersen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Jóannes Kalsø Danielsen, Martin Agnarsson, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Adrian Justinussen, Árni Frederiksberg, Páll Klettskarð og Petur Knudsen.

Venjingardysturin millum Georgia og Føroyar verður spældur á risastóra Dinamo Arena í Tbilisi, ið hevur pláss fyri umleið 54.000 áskoðarum. Dysturin byrjar klokkan 17:00, sum er klokkan 20:00 lokala tíð í Georgia.

Sambært vertunum verða væntandi eini 25.000 til 30.000 áskoðarar á stadion í kvøld.