Seinnapartin týsdagin kom føroyski hópurin til Kroatia, og seinni um kvøldið var venjing á skránni. Áðrenn venjingina fekk FSF Varpið orðið á landsliðsvenjaran, Eyðun Klakstein
– Vit skulu avrika nakað, sum vit kanska ongantíð fyrr hava avrikað. Samstundis skulu vit hava hjálp frá Gibraltar, sum skal gera nakað, sum teir ongantíð hava gjørt áður. So hetta er ein stór avbjóðing.
Tað sigur Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjarin hjá monnum millum annað í samrøðu við FSF Varpið.
Manslandsliðið kom til Kroatia seinnapartin týsdagin, og týskvøldið vandi hópurin á MK Halubjan leikvøllinum í Rijeka.
HM undankappingardysturin millum Kroatia og Føroyar verður á HNK Stadion í Rijeka fríggjakvøldið klokkan 19:45.



