Lutakast hevur verið í sambandi við EM undankappingarnar hjá U17- og U19-landsliðunum við gentum, sum verða í heyst
Í bólk A2, saman við trimum risum í altjóða fótbólti: Spania, Týsklandi og Belgia.
Soleiðis sá lutakastið út, tá finnast skuldi fram til, hvørjum føroysku U19 genturnar skulu spæla ímóti í EM undankappingini, sum er á skránni í heyst.
Týskland verður vertur fyri kappingini, sum verður spæld frá 26. novembur til 2. desembur.
Fyri U17 genturnar háttaði lutakastið seg soleiðis, at Føroyar komu í bólk B6 saman við Íslandi og Slovenia.
Kappingin verður í Catez í Slovenia frá 5. til 8. novembur.