Kappingarnevndin hjá FSF hevur avgjørt, at í 2026 verður U17 kappingin við dreingjum broytt til U18, og fer í ár at fevna um árgangirnar 2008, 2009 og 2010

——————

– Fyrst og fremst verður hendan royndin gjørd eftir ynski frá feløgunum. Samstundis vóna vit, at fleiri av teimum, sum vanliga gevast at spæla fótbólt aftaná U17, nú halda fram – í øllum førum í eitt ár afturat.

– Tað vísir seg nevniliga, at fráfallið er stórt aftaná U17, og tað ynskja vit at broyta. Vónandi fer hetta eisini at hava við sær, at fleiri feløg fara at taka lut í U18, samanborið við U17 kappingina seinastu árini.

Soleiðis sigur tekniski stjórin í Fótbóltssambandi Føroya, Jonas Nielsen, í sambandi við at kappingarnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um, at í 2026 verður U17 hjá dreingjum broytt til U18, og fer í ár at fevna um árgangirnar 2008, 2009 og 2010.

Hendan broyting er fyribils bara galdandi fyri kappingarárið 2026, og fer seinni at verða endurskoðað í sambandi við kappingargrundarlagið fyri ung.