Í døgunum 26. til 31. oktobur fara U15- og U16-landsliðini við dreingjum á venjingarlegu í Ungarn


Hóast fleiri av heimligu kappingunum eru liðugt spældar ella eru um at verða lidnar, merkir hetta ikki, at fótbóltsárið er um at enda. Nógv landsliðsvirksemi er nevniliga á skránni næstu vikurnar.

Í komandi viku fer kvinnulandsliðið til Baltic Cup í Litava, meðan U19 genturnar fara á venjingarlegu í Portugal. Og í aðru viku fara U15- og U16-landsliðini við dreingjum á venjingarlegu í Ungarn.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15 dreingjunum, meðan Christian Høgni Jacobsen er venjari hjá U16 dreingjunum. Og fyrr í vikuni kunngjørdu teir hóparnar til venjingarleguna, har bæði liðini eisini skulu spæla tveir venjingardystir ímóti U15- og U16-landsliðunum hjá Ungarn.

U15-hópurin
Baldur Bartalsson, HB
Markus Trier Simonsen, HB
Kristjan Róksson, HB
Regin Tórolvsson, HB
Jógvan Linklett Mortanson, HB
Andrias Gøte Áslakkson, Víkingur
Búgvi Hansen, Víkingur
Lukas Kamsgarð Joensen, TB
Kári Zachariasen, ÍF
Egil Højgaard, ÍF
Rúnar Næs, B36
Dánjal Petursson Djurhuus, B36
Rani Demir Beinirson, B36
Joen Heini Gunnarstein, KÍ
Tollak Fløche Clementsen, Middelfart BK (Danmark)
Jógvan Oskar Joensen, B68
Pætur Magnason, EB/Streymur
Teitur Rógvasson, FC Suðuroy

Dystaskráin
28. okt. Ungarn – Føroyar (kl. 16:00)
30. okt. Ungarn – Føroyar (kl. 12:00)

U16 hópurin
Carl Christian Codron, B36
Filip Bendix Laursen, B36
Sveinur H. Vesturdal, B36
Tóki B. Dahl, B36
Villiam Sørensen, EB/Streymur
Ísakur Petursson Olsen, EB/Streymur
Bogi Augustinussen, FC Suðuroy
Andrew Poulsen, KÍ
Markus Í Mittúni, KÍ
Emil Poulsson Linklett, KÍ
Fróði Juul Jarnskor, Víkingur
Boas Á Reynatrøð, Víkingur
Emil Ludvig Jacobsen, Víkingur
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Leon Samuelsen, HB
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)

Dystaskráin
28. okt. Ungarn – Føroyar (kl. 16:00)
30. okt. Ungarn – Føroyar (kl. 11:00)